Vónbrot ? men ikki vánaligt úrslit

Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36, er sera vónbrotin av, at tað ikki eydnaðist at fáa fult í Sarpugerði í gjár. Hann ásannar hinvegin, at eitt stig á útivølli móti Víkingi er ikki eitt vánaligt úrslit. Tað sigur hann við Rás2.

 

- Tað er sera harmiligt, at vit missa tvey stig í tíðini, dómarin hevði lagt afturat. Vit halda teimum frá møguleikanum mest sum allan dystin, og teir eru lítið ágangandi. Tað er óheppið, at teir fáa brotsspark stutt fyri leiklok. Vit eru vónbrotnir, men úrslitið er ikki vánaligt, sigur Mikkjal Thomassen, venjari hjá B36.

 

B36 hevur tapt allar landskappingardystirnar fyri Víkingi seinastu tvey árini. Mikkjal Thomassen heldur, at hagtøl kunnu ikki brúkast til so nógv.

 

Úrslitið var 1-1. Símun Joensen skoraði fyri B36, og Víkingur fekk útjavnandi málið stutt fyri leiklok. Tá skoraði Sam Jacobsen við brotssparki.