FÓTBÓLTUR
Glasgow Rangers megnaði ikki at standa ímóti trýstinum. Tá síðsta bríksl ljóðaði, stóð máltalvan á 3-0 til gestirnar, og teir hjá Rangers vóru tá bert tíggju á vøllinum.
Í Roma var dystur millum Roma og Manchester United. Sir Alex Ferguson hevði valt at byrja við Wayne Rooney og Louis Saha, men annars nærum bert við ungum leikarum móti einum Roma liði, ið eisini nýtti sama taktikk. Dysturin varð av tí sama nakað javnur í byrjanini, og tá ungi Gerard Pigue skoraði fyri United, byrjaði heimaliðið at taka meira og meira yvir í dystinum. Og eftir at hava rakt tvørtræið tvær ferðir hendi tað, sum mátti henda. Roma javnaði við máli frá brasiliumanninum Mancini.
Tað, sum merkti dystin meira enn fótbólturin, var tað, sum hendi undan dystarbyrjan. Stórur bardagi var millum viðhaldsfólk hjá Roma og tey hjá United, og endin varð, at sjey ensk viðhaldsfólk vórðu innløgd á sjúkrahús í italska høvuðstaðnum.
Arsenal vann sín dyst í kvøld, men lítið nyttaði, tí Sevilla vann eisini sín dyst. Sostatt megnaði Arsenal ikki at røkka fyrsta plássinum í bólkinum, men víðari komu teir so.