Framførslan var frálík, og sangurin sera vakur, men tað lukkaðist ikki Kristinu Bærendsen og Páll Rósinkranz at syngja seg í finaluna í íslendska Eurovision í kvøld.
Teirra countrypoppballada var eftir øllum at døma ikki tað, sum íslendingar vildu hava í finaluni, og tí var sangurin "Tú og eg" ein av fimm sangum, sum ikki slapp víðari.
Næsta leygarkvøld verður finalan í íslendska Eurovision, og tá fara sjey sangir at kappast um endaliga sigurin í kappingini.