Í fjørheyst flutti Bjørk Herup Olsen til USA at ganga í skúla. Hon er farin undir at lesa lívfrøði á universiteti, og hon hevur funnið sær skúla, har hon eisini kann fáa góða rennivenjing.
Bjørk Herup Olsen hevur verið fremstu kvinnuligi rennarin her á landi seinastu árini, og ætlanin við at flyta til USA var – umframt skúlagongdina – at betra seg sum rennari. At gera eitt lop rætta vegin.
Men fyrsta árið í USA hevur verið eitt ítróttarligt vónbrot.
- Eg havi ikki betrað meg, eg havi havt fleiri skaðar, og tað hevur verið skuffandi, tí eg hevði vónað, at eg skuldi taka meg nógv fram hetta seinasta árið, sigur Bjørk Herup Olsen.
Bjørk fór við einum skaða til USA, og hon slapp ikki veruliga av við skaðan aftur. Ikki fyrr enn hon tók fýra vikur frí frá allari renning fyrst í hesum árinum, gjørdist støðan betri, men síðani hava onkrir aðrir smærri skaðar argað hana.
- Summi, sum fara avstað á hendan hátt, hava kanska eitt keðiligt ár, gevast og koma heimaftur, men eg gevi ikki upp. Eg ætli mær yvir aftur til USA, og eg rokni við, at tað fer at ganga betur, nú eg kenni umstøðurnar og havi verið ígjøgnum venjingina har, sum er øðrvísi, enn eg kenni til. Eg ætli mær at geva hesum ein ordiliga kjans, og so vóni eg, at eg fari at betra meg, sigur Bjørk.
Krevur nógv
Tað eru liðin sjey ár, síðani Bjørk Herup Olsen luttók í sínum fyrstu rennikapping.
- Eg var eini 12 ára gomul, tá ið eg fór við pápa mínum til onkrar rennikappingar. Tað var til stuttleika at byrja við, men eg fekk so líðandi veruliga hug at renna. Eg spældi eisini fótbólt og hondbólt, og eg gavst stutt eftir tað at spæla fótbólt. Eg hevði ikki so góðan hug at sleppa hondbóltinum, men tá ið eg var 14 ára gomul, valdi eg renningina fram um, sigur Bjørk.
Síðani hevur hon støðugt tikið seg fram sum rennari, og hon hevur vunnið nógvar kappingar her heima, fingið góðar tíðir og eisini gjørt vart við seg í kappingum uttanlands.
- Ein av teimum stóru løtunum var, tá eg vann 1500 metrar renningina í Reykjavík International í januar í fjør. Tað var stórt.
Bjørk hevur seinnu árini livað við renningini í miðdeplinum. Alt, sum hon annars ger, skal passa saman við venjingina og renningina, og tað hevur sínar avmarkingar.
- Eg kann ikki alt tað, sum onnur ung kunnu. Hvørki tá tað kemur til mat ella at verða leingi úti og uppi. Tað merkti eg serliga, tá ið eg gekk á studentaskúla, men eg hugsi ikki so nógv um tað longur, sigur hon.
- Eg venji hvønn dag, og alt annað skal passast eftir venjingini. Renningin er blivin ein lívsstílur hjá mær, og eg trívist væl við tað. Eg kann í grundini ikki verða renningina fyriuttan nú. Tað er mennandi at seta sær mál, at betra seg, venja nógv og at vinna, sigur Bjørk.
Vónbrot á vegnum
Hóast rennigleðin er stór, og Bjørk raðfestir ítróttin fram um tað mesta, so eru tað eisini vónbrot á vegnum. Løtur, har hon skal liva við onkrum, sum gekk illa ella minni væl.
- Tað er til dømis skuffandi at koma heim aftaná eitt ár í USA, og øll spyrja meg, hvussu tað gongur við renningini, og um eg havi betrað meg. Eg má bara siga nei, at tað hevur ikki gingið so væl, og eg havi ikki betrað meg.
- Tað var eisini eitt vónbrot, tá ið eg rann 10.000 metrar á Oyggjaleikunum seinast. Eg var við heilt har frammi ein stóran part av teininum, men seinastu løtuna steðgaði eg mest sum upp. Tað var skuffandi, og so skuldi eg aftaná kappingina royna at forklára fjølmiðlunum frá, hvat tað var, sum hendi.
Men hóast onkur vónbrot eru, stórtrívist Bjørk sum rennari, og hon hevur sett sær høg mál á Oyggjaleikunum. Hon er teknað til tríggjar rennikappingar – longu teinarnir 5.000 metrar, 10.000 metrar og hálvt maraton – og tað er serliga í kappingini í hálvum maratoni, at hon kann hava ein møguleika at vinna heiðursmerki.
- Eg havi ongantíð runnið hálvt maraton í kapping fyri, men eg ætli mær at royna at vinna kappingina á Isle of Wight. Eg veit ikki, hvørjir hinir luttakararnir eru enn, og hvussu teir eru fyri, men eg haldi meg hava ein kjans at vinna kappingina. Eg fari í øllum førum eftir gullinum, og so fáa vit at síggja, hvussu langt eg nái, sigur Bjørk.
Fakta
Navn: Bjørk Herup Olsen
Aldur: 19 ár
Bústaður: Greenville, North Carolina
Lesnaður: Lesur lívfrøði á universiteti
Ítróttur: Renning








