Einki dustskýggj vísti seg á Mánanum, eftir at Nasa smildraði rúmdarfar móti yvirflatuni. Bert ein sonda hevur funnið tekin upp á uppslongt tilfar.
Amatørastronomar og granskarar hjá Nasa hugdu til einkis eftir tí 10 kilometra høga dustskýnum, sum tey høvdu vónað fór at reisa seg frá mánaskorpuni, eftir at eitt rúmdarfar varð stýrt inn í Mánan.
Tann 395 milliónir krónur dýra mánasondan Lcross og Centaur-trinið, ið varð við, rakti annars Mánan fríggjadagin, júst eftir tíðarætlanini og har, sum tað var ætlað. Nasa hevði eisini sett gongd í eitt framsøkið program, til tess at aktivera vanlig fólk, so at tey kundu fylgja við niðurkomuni á Mánan klokkan 13.31 fríggjadagin.
Tað vísti seg tó sum, at tað bert bleiv ein evarska lítil, ósjónligur glotti. Tó hevur ultravioletta spektrometrið hjá Lunar Reconniassance Orbiter?s Lamp sæð tekin um eitt skýggj stutt eftir niðurkomuna.
Nasa eru tó ikki vónbrotnir.
- Vit hava tey data, sum vit hava brúk fyri, til tess at kunna kanna spurningin um vatn, og tað er tað týdningarmesta. Vit væntaðu eitthvørt óvæntað frá niðurkomuni, tá hon hendi á einum ógranskaðum øki á mánanum. Men man veit ongantíð, hvussu hesi tingini ganga, sigur Tony Colaprete, sum er leiðandi granskari á Lcross-satelittinum við Spaceflightnow.com
Mangul upp á myndir hevur fingið fólk at seta spurnartekin við, hvussu væleydnað royndin er.
- Okkara fremsta mál er at finna tekin upp á brint. Hetta kann mann hóast alt ikki fáa svarað við myndum. Tað eru spektrografdata, sum kunnu avdúka tað. Tey fyrstu data frá spektrografunum eru lovandi, upplýsir Tony Colaprete.