Eg má ærliga viðganga, at tá eg fekk vónardagbókina til gávis, ivaðist eg stórliga í, um eg fór at tíma at brúka hana. Ikki tí at nakað var galið við sjálvari bókini, men tí at eg helt tað vera eitt sindur óneyðugt at hava allar smálutir niðurskrivaðar, nær eg hevði ilt hvar og so framvegis. Men eg eri ótrúliga glað fyri at tímdi at geva mær tíð at brúka hana, tí tað er ordiliga stuttligt at blaða ígjøgnum hana nú, bert 10 dagar eru eftir til termin.
Um sjálva bókina vil eg byrja við at siga, at hon er ótrúliga flott. Vakurt innbundin við kvinnuligum litum og mynstrum. Øvugt nógv av tilfarinum, sum ein fær í samband við barnsburð, har tað týðiliga sæst at tað er umsett úr donskum ella enskum, so er hendan bókin so deiliga føroysk við vøkrum orðum um smábørn og tað at verða til úr føroyskum sangum, bókum o.ø. Harafturat hevur hon ein snildan lumma at goyma ferðajournalina í – sum jú IKKI má blíva burtur, og sum flestar barnakonur goyma sum reyðagull hesar níggju mánaðirnar.
Eg havi millum annað brúkt bókina til at skriva niður, hvat læknin og ljósmóðurin hava sagt, tá eg havi verið til viðtalu, tí tað er ikki serliga lætt at skilja tað, sum verður skrivað á fakmáli niður í ferðajournalina. Harafturat havi eg skrivað fleiri av løgnu dreymunum, sum barnakonur ofta uppliva í tíðarskeið av barnsburðinum, niður. Ikki bara teir ógvusligu, tá eg havi havt tíðarskeið við marruni, men eisini teir fittu, har eg ella sjeikurin hava droymt um hvussu barnið fer at síggja út o.s.fr.
Eg havi eisini valt at pynta bókina við myndum av mær, so hvørt sum búkurin er vaksin og avritum av skannaramyndunum. Havi gjørt mær listar við leikum og tingum, sum barnið longu eigur áðrenn tað er føtt, hvat eg skal hava við á føðideildina, hvør skal vera inni, hvat tey nærmastu hava gitt og sagt um barnsburðin o.s.fr. Men tað sum serliga verður stuttligt at hyggja aftur á verður nøvnini. Vit hava skrivað øll nøvnini niður, sum vit hava ivast í, og tað verður helst stuttligt hjá barninum at sleppa at síggja hvussu tað kundi itið.
Sum aðrar dagbøkur, so er Vónardagbókini eisini privat. Tí kundi ein sagt at tað manglar eitt lás á bókini, tí nógv av tí, sum ein fer ígjøgnum, bæði sálarliga og kropsliga, ígjøgnum ein barnsburð, er ikki nakað, sum tosað verður um við døgverðaborðið. Men so kann ein sjálvur gera av, alt eftir hvussu útgreinað ein velur at skriva, um bókin skal goymast undir songini ella standa í bókahillini.
Eg vil viðmæla øllum barnakonum at brúka bókina, og eg ivist ikki í, at eg mangan fari at blaða gjøgnum bókina seinni. Ikki bara fyri at minnast aftur á serligu tíðina, men hon fer uttan iva at verða ein stór hjálp til ein møguligan næsta barnsburð, ella tá dóttirin ella verdóttirin einaferð verður við barn, og tørvar hjálp, og so verður hon eisini stuttlig hjá barninum at hyggja í, tá tað verður eldri.