– Mánakvøldið klokkan 19.30 syngja vit kendar jólasálmar, ella vit sita í kvirru, siga prestarnir í Vesturkirkjuni í Havn í tíðindaskrivi.
Høvi verður at skriva tankar niður ella eina bøn, sum prestur biður fyri. Og sum nakað nýtt hevur Vesturkirkjan fingið ljóskúlu, har tú kanst tendra ljós fyri einum av tínum kæru.
Andakt og altargongd verða.
Prestarnir í Vesturkirkjuni, Bergur Debes Joensen og Heri Joensen, taka lut.
Øll eru hjartaliga vælkomin, heilsa prestarnir.