Vónandi taka tit trupulleikan í álvara

Heilaskadd í Føroyum eiga ongan góðan søgdu Elin Vang og Jens Johannesen á Tvøroyri við løgtingsmenn, tá ið teir komu á Suðuroyar Ellis- og røktarheim mikukvøldið

Suðuroyarvitjan

?Heilaskadd í Føroyum eiga ongan als ongan.
Tað bleiv tikið kontant ímóti løgtingslimunum, tá ið teir komu til Suðuroyar mikukvøldið.
Alt Løgtingið var mikukvøldið og í gjár eina kunnandi rundferð í Suðuroynni, men teir høvdu ikki meiri enn stigið í land av Smyrli á Drelnesi, tá ið teir fingu tað fyrstu kunningina.
Og hon var frá Elini Vang og Jens Johannesen, sum bæði eru avvarðandi hjá fólki, sum eru illa heilaskadd og sum greidd itinginum frá støðuni hjá teimum føroyingum, sum hava heilaskaðar.
Vegna tey bæði segði Elin Vang, at tað er ongin neurologiskur lækni,sum fæst við heilaskaðar og tað er ongin sálarfrøðingur, sum fæst heilaskaðar.
Tað er heldur ongin sum helst stovnur í landinum, sum er serliga til fólk við heilabreki.
Samstundis vísti hon á, at tað eru rættiliga nógv fólk við heilabreki. Í 1999 vóru 87 fólk skrásett á Landssjúkrahúsinum við heilabreki, í 2000, vóru tey 72 fólk og í fjør vóru tey 70.
? Hon legði dent á, at tá eru tey, sum fáa heilaskaðar í ferðsluvanlukkum, ikki tald við.
Tískil vóru hesi fólkini púrasta dottin niðurímillum. Sjálv umboðaði hon Páll Vang, gamla landsstýrismannin og borgarstjóran á Tvøroyri og hann hevur búð í Danmark í tvey ár, tí í Føroyum er onki mennandi tilboð til hansara. Jens Johannesen umboðaði Elmar Johannesen, sum hevur líknandi skaðar, men sum heldur ongi tilboð hevur herheima.
Tí heitti tey bæði staðiliga á politikararnar um at skipa stovnar beinanvegin, so at hesir sjúklingarnir høvdu onkustaðni at vera og tey handaðu eisini løgtingsformanninum eina skrivliga áheitan um hetta sama.
Edmund Joensen, løgtingsmaður, takkaði fyri upplýsingarnar og segði, at hann var vísur í, at Landsstýrið fór at taka hetta við í síni viðgerð og at løgtingsmenn eisini høvdu lagt sær hetta í geyma.
Á Ellis- og røktarheiminum, nýttu løgtingslimir eisini høvi til at heilsa upp á starvsfólk og búfólk, teir vóru runt á heiminum og á sjúkrahúsinum og afturvið einum kaffimunni í matstovuni á skúkrahúsinum, fingu teir eisini eina frágreiðing um heilsuverkið í Suðuroynni.
Sí eisini greinina" Ein óvanliga gevandi útferð í Suðuroy"