? Eg meti, at Jákup Mikkelsen hevur sagt samgonguna upp. Hann hevur kastað saman við Kaj Leo Johannesen í landsstýrismálanevndini, so eg eri settur út á eitt síðuspor.
So avgjødur er Heini O. Heinesen, formaður í Landsstýrismálanevndini.
Sostatt er vátt komið í reiðrið í týdningarmiklu nevndini hjá løgtinginum, sum skal hava eftirlit við, at landsstýrið umsitur á fullgóðan hátt.
Heini O. Heinesen pástendur, at fólkafloksmaðurin og sambandsmaðurin hava lagt ráð saman ímóti sær, og tað sigur hann seg ikki vilja góðtaka. Hann sigur, at nevndin er partur av politisku kabaluni, sum skuldi ganga upp, tá samgongan var skipað. Og tí noyðist Jákup Mikkelsen at boyggja seg undir, at hann er formaður í nevndini.
Fyrsta málið
Ósemjan er íkomin av tí fyrsta málinum, sum yvirhøvur er lagt fyri nevndina.
Felagið Línuskip hevur kært eitt mál um fiskirættindini hjá fyrrverandi Ågot, sum nú eitur Jógvan S. Spurningar og skjøl eru farin aftur og fram millum nevndina og landsstýrismannin við fiskivinnumálum. Sum skilst hevur tvídráttur stungið seg upp í nevndini um, hvussu kæran skal viðgerðast.
Sambært Heina O. Heinesen hevur Jákup Mikkelsen saman við Kaj Leo Johannesen nú borið so í bandi, at málið verður avgreitt uttan stórvegis hóvasták.
? Eg vil hava hetta málið kannað út í æsir, og eg havi roynt at víst á, at vit áttu at tikið onnur mál um vinnuligan fiskiskap við í viðgerðina. Málið um Ågot er bara eitt av fleiri, men teir siga, at hetta málið skal avgreiðast uttan nakað sum helst, sigur Heini O. Heinesen, ið metir tað sum grovt álitisbrot á seg sum formann.
Misskilt uppgávu
Jákup Mikkelsen vísir øllum ákærum aftur. Hann sigur tað vera eina grova ákæru ímóti sær og Kaj Leo Johannesen, tá sagt verður, at teir vilja hava málið »avgreitt uttan nakað sum helst«.
? Heini O. Heinesen hevur misskilt sína uppgávu sum formaður, um hann ætlar at føra politikk í landsstýrismálanevndini. Hetta er ikki ein nevnd við politiskum arbeiði. Vit eru settir at hava eftirlit við, at landsstýrismenn umsita rætt eftir lógini, og tá Heini O. Heinesen sigur, at vit eru partir av einari politiskari kabalu, so er tað púra burturvið, tí vit eru fólksins og løgtingsins umboð í hesi nevndini, sigur Jákup Mikkelsen.
Løgfrøðilig meting
Einasta uppgávan hjá nevndini er at vera ein trygd fyri, at umsitið verður rætt sambært lógini. Og til tað hevur nevndin ein løgfrøðiligan skrivara at hjálpa sær.
? Í málinum um Ågot spyr Felagið Línuskip á hvørjum grundarlagi tilsøgn til fiskiloyvið er givið. Vit skulu kanna, um tað er í samsvari við lógina ella ikki, og vit (Jákup Mikkelsen og Kaj Leo Johannesen, blðm.) hava biðið skrivaran gjørt eina løgfrøðiliga meting av tí út frá nøkrum forkanningum, sigur Jákup Mikkelsen.
Sum skilst er Heini O. Heinesen misnøgdur við, at teir hava noktað fyri at viðgera fleiri onnur mál í somu vending. Men tað hevði verið vónleyst, sigur Jákup Mikkelsen.
? Um vit høvdu drigið øll møgulig onnur mál inn í viðgerðina, hevði tað tikið ævir, áðrenn nøkur niðurstøða spurdist burturúr. Málið hevði verið fullkomiliga gruggað, sigur Jákup Mikkelsen.
Gevur niðurstøðan hjá skrivaranum ein grundaðan illgruna um, at skeivt er farið fram, so fer nevndin sjálvandi víðari við málinum, leggur hann afturat.