Tað er eitt vánaligt hugskot, um ætlanin er at skifta leiðsluna í Atlantsflogi út. Tað hevði bara minkað enn meira um virðið á felagnum, heldur størsti privati íleggjarin - Atlantsflog er eitt væl rikið felag, og at skift leiðsluna út nú, hevði bara minkað enn meira um virðið á føroyska flogfelagnum.
Tað heldur Parker Donham, sum hevur ábygdina av íløgunum hjá felagnum Tronos, ið er størsti privati partaeigarin í Atlantsflog.
Á fund við landsstýrismannin við vinnumálum herfyri fingu privatu ileggjararnir í Atlantsflog at vita, at ætlanin er at skifta nevndina í Atlantsflogi út - og at tey privatu missa sítt umboð í nevndini.
Spurningurin er so, um landsstýrismaðurin eisini ætlar at virka fyri, at leiðslan í Atlantsflogi verður skift út.
- Tað segði landsstýrismaðurin ikki við okkum, men tað er ikki burturvið at hugsa tankan, at tað er ætlanin, sigur Parker Donham við Rás2.
- Vit hava stórt álit á leiðsluni í Atlantsflogi. Um leiðslan verður skift út, fer tað bara at minka um virðið á felagnum, og tað verður enn eitt dømi um, at landsstýrið blandar seg upp í, hvussu Atlantsflog verður rikið, sigur Parker Donham.
Johan Dahl, landsstýrismaður við vinnumálum, vil ikki gera viðmerkingar til viðurskifti í Atlantsflogi fyrr enn aðalfundurin hevur verið fyrst í apríl mánaði.