Hann ið hevði lykilin til høllini møtti ikki upp. Altso standa tit flottir uttanfyri høllina, væl útgjørdir og klárir. So er eitt at gera. Tú leitar eftir onkrum vindeyga, sum stendur á glopp. Tú sendir klænasta mannin inn, og nakrar minnuttir seinni skavast eitthvørt við úthurðina, og hon verður latin upp.
Nú stuna tit inn í høllina, og trippa eftir at byrja at spæla. Men!
Har er ikki serliga nógv luft í bóltinum, og hann sum hevði lykilin til høllina, er sami maður sum hevði pumpina. Keðiligt, men lad gå, so spæla tit við einum bleytum bólti. Men!
Tit gera tvey lið og tann sum hevði lykilin til høllina og pumpina er samstundis áttandi maðurin. Altso mugu tit spæla tríggir móti fýra.
Sirka soleiðis kendist tað at koma fyrireikaður á G! Festival sum ummælari. Undirritaði var so heppin at fáa høvi at skula ummæla Tim Christensen, John Grant og Veronicu Maggio. Hetta eru risa uppgávur, sum eg hevði glett meg ómetaliga nógv til. Eg hevði fyrireikað meg. Hevði keypt mær tær fløgur, ið eg ikki átti frammanundan, researchað á netinum og so framvegis. Og so stendur man har. Uttan lykil, bleytan bólt og ólíkatal.
Stórt spell og eitt satt vónbrot. Men, sum við mínum flovisliga myndamáli um tað at spæla innandura, so ger man tað man kann. Man kann velja at spæla tríggir móti trimum, har ið eini parturin hevur ein útskiftara. Ella man kann spæla partaglís, har ið eini maðurin fer í mál. Stongin bjargar og tað heila. Ella man kann velja at spæla Brasil ella okkurt líknandi.
Alt fínar loysnir í einari óhepnari støðu. So tað var sirka hetta eg gjørdi, hetta leygarkvøld á G!. Eg leitaði spontant eftir konsertum, sum tóktust áhugaverdar og spennandi. Lurtaði opið og vakið. Valdi bara at taka tað sum tað kom. Og hetta var fínar greiðir.
Eg kann ímynda mær, at tað hevur verið við sveittabrot at fyrreikarnir hava sitið og trýst á “genindlæs” knøttin á atlantic.fo, men vit eru ikki harrar yvir skíggjunum, sum tíðum hava tað við at knúsa okkara vøkru ætlanir í 1000 stykkir. G! fólkið ruffaðu við teimum brikkum tey høvdu og settu spælið saman soleiðis, at tað hóskaði so nøkulunda. Sum rosinan í pylsuendanum, kaninin í hattinum, leikan í Burger King matskránni funnu tey Teit, sum skuldi verða ein bjargingarkransur fyri teir vónsviknu áhoyrarnar, sum so fingu okkurt at halda fast í, meðan regni oysti niður.
Rós skulu teir eiga, fyrireikarnar, sum prógvaðu, at hóast mótgangurin tykist øðiligur, so ber til at skapa eitt G! uttan høvuðsnøvn. Og fyri ummælaran er bara eitt at gera. Ummæl okkurt annað. Koyr ahead og fá sum mest burturúr.









