Tennisspælarin Victoria Azarenka gevur nú avboð til hálvfinaluna í Brisbane, har hon eftir ætlan skuldi spæla ímóti amerikansku Serena Wiliams. Orsøkin er, at ungi tennisspælarin úr Hvítarusslandi hevur fingið bruna í eina tá eftir at hava verið til fótarøkt.
Ein heldur øðrvísi skaði hevur gjørt, at tennisfjepparar mugu bíða nakað væl longri enn ætlað eftir stórdystinum millum Victoria Azarenka og Serena Williams í hálvfinaluni í WTA-kappingini í Brisbane. Sjálv sigur Azarenka, at orsøkin er ein "óheppin pedicuru-uppliving."
- Eg kenni ikki læknafrøðiliga heitið, men neglin skuldi klippast í eini fótarøkt, og síðani kom brúni í tánna, sigur Azarenka sambært tíðindastovuni Reuters.
Harvið er tennisdsturin millum besta og triðbesta kvinnuliga tennisleikara í heiminum avlýstur.
Spurningurin er nú, hvussu skaðin hjá Azarenka fer at ávirka fyrireikingarnar hjá tennisleikaranum til Australian Open, sum er ársins fyrsta Grand Slam kapping. Í hesi kappingini er tennisdaman úr Hvítarusslandi verandi meistari.
Australian Open byrjar í Melbourne tann 14. januar