Vána vánir

Umafturafturum við Høgna Djurhuus

Las eina ferð. Ella er tað okkurt, eg havi droymt. Eg droymi nógv, tað er, tá eg sovi, skal eg skunda mær at siga. Dagdreymar eru ikki longur. Men sum sagt, eg las ella droymdi, at so leingi, eg kann gerast bilsin, ovfarin, skelkaður, undrandi, óður, so eri eg ikki gamal, so er vón, onkur veikur lívsneisti logar enn.

Nú tosi eg ikki um slikt sum at USA ætlar at hertaka Libia. Tað undrar meg yvirhøvur ikki tað minsta, um tað hendir millum evstamark og útgávudagin hjá hesi klummuni.

Amerikanarar kunnu saktans finna onkur børn at plaffa niður í Libia ella okkurt brúdleyp at bumba.

Einki er meira logiskt enn tað, at USA bjargar fólki í neyð og gevur teimum byrsukjaftsins demokrati. Gadaffi eigur uttan iva hópoyðingarvápn grivin í sandinum uttan fyri lóg og rætt, sum ikki eru til í Libia.

Nei, eg hugsi her um onnur vanlig lívsins viðurskifti. Sum ein dagin herfyri, eg fór út at ganga, Og eg gekk leingi tann dagin, hálvan annan tíma minst. Og eg fekk ongan dropa á meg. Eg fekk ikki karm. Og tað var heldur ikki hált.

Tá stóra undranin var hæsað av, ætlaði eg at ringja til DMI, veðurstovuna í Danmark, og spyrja vakthavandi har, hvat hetta var fyri eitt løgið veðurfyribrigdi, vit nú høvdu her í Føroyum við yvirtiknum veðri. Hevði longu trýst 0045, tá tað hendi. Og tað var ikki við mýkindum. Dagsins fyrsta æl brast á, buldraði á takinum, vátakavi og heglingur alt í senn.

Eg má viðganga, innast inni, at tað lætnaði. Tí óvanlig veðurfyribrigdi boða ongantíð frá góðum. Hevði hoyrt ófrættatíðindini um ein sólstorm, sum var á veg hendan vegin at kappast við okkara dagligu lágættarstormar. Sólin er sum botulisma, hon er ikki at spæla við.

Eg trýsti ikki fleiri tøl á telefonini. Tað var ikki neyðugt at spyrja DMI um nakað nú. Støðan var aftur vorðin normal. Nú var sloppið. Úti runnu kvinnur út á snórin. Tær høvdu fyrr um dagin, í kirkjutíðini, í einum snerti av ørvitisoptimismu hongt klæði út at turka, at turka. Nú komu tær stórleypandi út í innikjóla og skræddu løk og dýnuver av neilonbandinum, so klemmurnar sendust í allar lágættir, og tær mundu dottið í trappuni á veg innaftur við fullum kneppi.

Eg kendi meg tryggan. Ein fløvandi kensla. Alt var, sum tað átti at vera. Tað regnaði, regnaði, regnaði.

Eg kekkaði kortini álmanakkan fyri at vita, um gamla prentvillan var rættað í ár. Tað er hon ikki. Har stendur fremvegis fyrsti várdagur aftan fyri 22.februar.

Hugsaði so um dagsins forsíða. Dagsins sjúka er veðursjúka.

Eitt annað, sum ger meg rættiliga bilsnan, er, at eingin munur er á nummar eitt og nummar 93 í enskum fótbólti.

Sá FA-steypadystin millum Manchester United og útjaðarabygdina Crawley í sjónvarpi. Tað var bara hepni, at United vann 1-0.

Nógv siga eisini og skriva í fullum álvara, at okkara lokalu steypavinnarar fingu ein truplan dyst í fyrsta umfari í ársins steypakapping.

Og sjálvan stríðsdagin tosaðu tær allar um seg sjálvar og hinar í kallkyni. Tú verður móður av at berjast fyri javnrætti. Tú noyðist sjálvur at seta mannin ella sjeikin upp á pláss.

Kynið spillir ongan, orsaka, onga. Stríðið um javnrættindi endar vónandi ikki eisini sum eitt málstríð.

Ein politiskan flokk afturat? Nei takk. Vit hava longu seks. Og tað eru seks ov nógvir. Latið okkum savna undirskriftir fyri at taka av allar flokkar, seks ferðir 800 undirskriftir. Tað átti at borið til í einum landi, har sum øll eru misnøgd.