Vónaðu at Sharon fór at doyggja

Bæði víðgongdir jødar og palestinar vónaðu, at ísraelski forsætisráðharrin fór at doyggja av hjartatilburðinum fyrrakvøldið

- Vit hava verið í synagog­unum og biðið um, at Sharon skal ikki koma fyri seg aftur, segði Itamar Ben Gvir, sum er ein av leiðarunum í tí víð­gongda jødiska felags­skap­inum Kach, sum er bannaður í Ísrael.
- Sharon hevur ábyrgdina av, at fleiri túsund jødar liva í sorg, legði Itamar Ben Gvir afturat og sipaði til, at for­sætisráðharrin fyrr í ár noyddi umleið 8.000 jød­iskar niðursetumenn úr Gaza-geiranum.
Men palestinararnir, sum hava yvirtikið valdið í geiranum, harmaðust held­ur ikki um, at ísraelski for­sætisráðharrin var flutt­ur á sjúkrahús. Nógvir víð­gongdir palestinar runnu út á gøturnar sunnukvøldið og fagnaðu tíðindunum, sam­stundis sum teir róptu bønar­orð til Allah um, at Sharon skuldi doyggja, skrivar AP.
Sharon bleiv fluttur á eitt sjúkrahús í Jerusalem seinnapartin sunnudagin. Hann hevði kent seg illa, og á veg til sjúkrahúsið misti hann vitið. Læknarnir stað­festu, at hann hevði havt ein hjarta­tilburð. Seinni um kvøld­ið vistu ísraelsku fjøl­miðl­arnir tó at siga, at Sharon var batnaður, og at hann var komin aftur á føtur. Í gjár skuldi hann til ymsar kanningar á sjúkrahúsinum, áðrenn hann kundi sleppa útaftur.











Víðgongdir jødar og víðgongdir palestinar vónaðu, at Sharon doyði av hjartatilburðinum, sum hann fekk sunnukvøldið
Mynd: Reuters