Vóna at finna svørtu kassarnar

Leitingarmanningin á Kebnekaise fjallinum í Svøríki leitar í dag eftir teimum báðum svørtu kassunum, sum sita í aftara parti av Hercules flogfarinum, sum fríggjadagin datt niður.

Vrakrestir vórðu í gjár funnar av flogfarinum, og tað gevur vónir um, at teir báðir svørtu kassarnir eisini verða funnir.

Annar kassin skrásetir alt tekniskt, sum hendir í flogfarinum, meðan hin skrásetir allar samrøður í stýrhúsinum.

- Møguliga finna vit kassarnar út á dagin, sigur talsmaðurin hjá løgregluni, Börje Ähman við vg.nett.

Leitað verður eftir fleiri vrakpettum, eins og hundar verða nýttir fyri at finna líkini av manningini.

Hercules flogfarið rendi á ein fjallavegg á Kebnekaise, sum er 2106 metrar høgt, og sambært løgregluni eksploderaði flogfarið, tá tað rendi á fjallaveggin.

- Vit leita upp eftir fjallinum, og tess longur upp vit koma, truplari verður at leita. Tá vit nærkast toppinum, verður neyðugt við fjallaklintrarum, sigur Börje Ähman.

Tað er einki, sum bendir á, at Hercules flogfarið fekst við taktiska flúgving.

- Upplýsingarnar sum kanningarnevndin hevur fingið higartil, benda ikki á, at flogfarið hevur flogið ov lágt, sigur kanningarleiðarin, Agne Widholm við NRK.

Taktisk flúgving merkir, at autoskipanin er sligin frá, at at stýrt verður manuelt eftir landslagnum fyri ikki at verða sæddur av radara.

Kanningarleiðarin fær stuðul frá norska liminum í kanningarnevndini, Per-Egil Rygg.

- Tað hevur stóran týdning at finna út av, at flogfarið ikki fleyg ov lágt, sigur hann við NRK.