- Hetta er eitt tiltak, har vit varpa ljós á, at vit nú ganga ímóti ljósari tíðum aftur.
Soleiðis sigur Anni Midjord, sum samskipar tiltakið Vetrarljós, sum verður í miðbýnum í Havn í kvøld.
Fólk kunnu gleða seg til ein upplýstan miðbý í kvøld. Vetrarljós byrjaði, tí mann metti, at tað manglaðu tiltøk í vetrarhálvuni, og tí sá Vetrarljós dagsins ljós við íblástri úr Reykjavík í Íslandi, har líknandi tiltak er hvønn vetur.
- Í ár verður nokkso nógv ljóslist í býnum samanborið við í fjør, tá lítið av hesum var. Tað vænti eg, at fólk fara at leggja merki til, tá tey koma oman í býin. Januar og februar eru ofta tungir mánaðir at koma ígjøgnum, og tá koma hesar ljósinstallatiónirnar væl við og kunnu ivaleyst skapa gleði fyri fleiri, sigur Anni Midjord frá VisitTorshavn.
Listamaðurin Brandur Patursson fer at hava tríggjar ljósinstallatiónir í býnum. Hesar vera í Finsen, Bojsengarðinum og í túninum hjá Betri í Sverrisgøtu.
Vónin er at lokka ferðafólk til
Sum nú er, vitja flestu ferðafólkini í Føroyum um summarið. Tá er eisini mest á skránni, men fyrireikararnir hava eina visión um, at Vetrarljós í framtíðini kann geva sítt íkast til at lokka ferðafólk til Føroya um veturin.
- Vit vilja uppbyggja og menna tiltakið soleiðis, at tað fyrst og fremst verður stórt millum føroyingar. Men vónin hjá okkum er, at tað fer at blíva so mikið stórt, at tað eisini kann fanga áhugan hjá ferðafólkum um veturin, sigur samskiparin.
HER sæst skráin til Vetrarljós.