Tað er framvegis vón fyri, at Hvalbiar Kommuna fær stuðul til at gera brimverjuna aftur. Samstundis er vón fyri at Løgtingið fer at játta stuðul til at bakkaverjan Sumba verður gjørd aftur.
Annars hevur samgongan ikki viljað latið almennan pening til hesi endamálini, tí tey halda, at tað fer at eggja øðrum kommunum til eisini at søkja um stuðul fyri aðrar skaðar.
Andstøðan hevur koyrt dúgliga á fyri at fáa Løgtingið at samtykkja stuðul til bæði endamálini, men samgongan hevur heldur mælt landsstýrinum til at skipa ein kommunalan vanlukkugrunn.
Samstundis hevur forkvinnan í Rættarnevndini, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, víst á, at fær onnur kommunan, má hin kommunan eisini fáa.
Men andstøðan førir fram, at málini kunnu ikki samanberast.
Brimverjan í Hvalba fór í Kyndilsmessuódnini í 2008. Men havnin á Skálavík fór í somu ódn og har fekk kommunan í Sandoy stuðul, men kommunan í Suðuroy fekk ikki.
Andstøðan heldur ikki, at tað er rætt at gera mismun á kommunum, sum tað er gjørt í hesum føri.
Hinvegin hevur Løgtingið longu játtað milliónaupphædd til bakkaverjuna í Sumba og nú, hon er farin í óveðri, eigur landið at tryggjað, at hon verður umvælt, so at almenn virði ikki fara fyri skeytið.
Og nógv bendir á, at trýstið á samgongulimir hevur hjálpt, tí nú verður boðað frá, at tingfólk í samgonguni hava broytt støðu og eru sinnað at leggja uppskot fyri Løgtingið um at játtað pening til bakkaverjuna í Sumba.
Og tá ið tað frættist, at tað almenna vil játta pening til bakkaverjuna í Sumba, vildu tingmenn eisini bíða við at taka avgerð um brimverjuna í Hvalba.
Grundgevingin er, at samtykkir Løgtingið pengar til Sumbiar, má Løgtingið eisini játta pening til Hvalbiar.
Sostatt er endaliga avgerðin í báðum málunum útsett til seinni í dag.