Seinast í august kemur út nýggj fløga hjá Eivør. Á fløguni eru 10 nýskrivað løg, ið øll eru á enskum.
Tey flestu hava nokk hoyrt lagið Eg veit í útvarpinum, og er hettar eitt av løgunum á komandi fløguni. Á sjálvari fløguni er lagið tó á enskum, men møguleiki verður at downloada føroysku útgávuna ókeypis, hjá teimum, ið keypa fløguna.
Heitið á nýggju fløguni er Room, og á hesari fløguni koma vit kanska tættari inn á Eivør enn nakrantíð. Sangirnir eru um barnaár, undran um nært og fjart, kærleikan, skilnað og um sorgina í samband við at ein av teimum nærmastu brádliga doyr. Fleiri av sangunum eru skrivaðir fyri einum góðum ári síðani, tá Eivør brádliga og púra óvæntað misti sín kæra pápa, og hetta merkir fløguna. Sangirnir spegla djúpan sakn, men eru samstundis merktir av vón, ljós og aksept.
Fløgan er framleidd í Studio Bloch av Eivør og Tróndi Bogason. Saman hava tey megnað at skapa eitt væl samansett bland av fólksligum tónum, ið vit kenna frá hennara fyrru fløgum saman við tí meira elektoniska universinum, ið vit m.a. hoyrdu á hennars seinastu fløgu Larva ein heilskapt fløga við einari serstakari ljóðmynd. Fløgan er væl gjøgnumarbeidd og merkt av persónligheit og hjarta.
Á G! framførir Eivør tónleikin saman við einum nýggjum bólki sum er settur saman av Mikael Blak - bass , Jeppe Gram - trummur, Magnus Johannesen tangentar, Tróndur Bogason tangentar og annað. Elinborg Pálsdóttir, Ása Wraae og Maria Johannesen syngja kór.
Eivør verður at hoyra á Rás2 í kvøld klokkan 19.00