Fyrst tað fer at vára fara vit undir at tryggja, at fótbóltsvøllurin í Nólsoy ikki aftur skal liggja undir í runu og gróti eftir eitt brim, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri Fótbóltsvøllurin í Nólsoy sá ikki tespiligur út síðsta leygardag. Tað hevði brimað illa fríggjakvøldið fyri, so illa, at tað breyt upp um grótverjuna, ið løgd var eystanfyri, júst við tí endamáli at verja vøllin.
Mold og smágrót skolaði inn yvir vøllin, sum leygarmorgunin var mest sum allur undir í runu og gróti. Hann sá ikki tespiligur út.
Nú er so tað ringasta ruddað av vøllinum, øll runan og smágrótið, men en liggur væl av mold niðri í vøllinum, og tað verður neyðugt at skola hetta burtur, tí sleppur moldin at liggja, byrjar gras at vaksa beinanvegin, og so er vøllurin ónýtiligur.
- Tað verður neyðugt at reinsa vøllin fullkomiliga, og so mugu bara nýggjar gummikúlur koyrast í aftur. Og tað er eingin trupulleiki í tí, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.
Hann sigur eisini, at so skjótt tað fer at vára, verður grótverjan gjørd hægri, og síðani skal ein garður stoypast í hvussu er á eystaru síðu á vøllinum og kanska nakað sunnantil eisini, so sjógvurin kann leiðast uttan um vøllin, skuldi skola tvørtur um grótverjuna aftur.
Heðin Mortensen sigur, at sær vitandi er eingin skaði komin á vøllin, men hann ætlar at seta seg í samband við teir, sum hava latið vøllin, fyri at vita, um garantiið framvegis er í gildi.
Men størstan týdning sigur hann hevur, at hetta iki hendir aftur.