Vælkoyrandi 100 ára gamal motorur

Á Sjómanndegnum verður eis­ini leitað eitt aftur í tíðina.

Fram­sýning av gomlum ben­sin-motorum og gomlum pá­hang­­ar­um frá 1932 og fram til 50’ini verður inni í timb­ur­handl­inum hjá Borg.
Hans Jørgin Nysted, sum stend­ur á odda fyri fram­sýn­ing­in og sum eisini hevur verið við til at savna allar hes­ar serstøku motorarnar, sig­ur, at onkrir motorar eru heilt afturi frá tjúgunum.

Allir rigga
Hóast teir elstu motorarnir, sum tátta upp ímóti hundrað ár­um, rigga motorarnir. Tað kann ikki sigast annað enn, at mot­or­ar­nir vóru væl bygdir fyrr; tí nakrir av motorunum, sum Hans Jørgin hevur, hava lig­ið í fjøru ella á havsins botni væl omanfyri tjúgu ár. – Tað boðar frá góðsku.
Ongin ivi er um, at timb­ur­hand­ilin hjá Borg verður á­huga­verdur at vitja á Sjó­mann­a­deg­num.
Framsýningin byrjar leyg­armorgunin kl. 10.00 og endar klokk­an 18.00 á kvøldi.