Mikukvøldið 2. august frá kl. 19.30 fer Maria Syderbø Mikkelsen saman við øðrum góðum fólkum at hava eitt stuðulstiltak í Perluni í Havn til eina verkætlan fyri fátækar næmingar í Kenja.
Maria lesur til sosialráðgeva og hevur verið í starvslæru í Kenja í eitt lítið hálvt ár. Hon var í felagsskapinum ABC Children's Aid Kenya, sum hevur tveir kostskúlar fyri fátækum børnum og ungum. Saman við Føroysku Barnahjálpini hevur Maria funnið stuðlar í Føroyum til børn í skúlunum. Peningurin, sum kemur inn á tiltakinum í Perluni fer til eitt serligt átak at hjálpa næmingum, sum eru lidnir við miðnámsskúla at sleppa at útbúgva seg víðari, so tey hava møgueika at sleppa úr stóra fátækradøminum.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Mariu Syderbø Mikkelsen greiða frá vælgerandi tiltakinum, sum verður í Perluni í Havn, mikukvøldið klokkan 19.30.
Ber ikki til at koma til tiltakið, er kortini møguleiki at stuðla við at flyta peningagávu á konto hjá verkætlanini 6460 5641898.