Sagt verður, at tað er umráðandi at halda virkseminum í landinum í gongd, men er tað ikki nógvar aðrar íløgur, ið hava ligið á láni leingi, sum eisini hevði kunnað hildið virkseminum í landinum uppi?
Vit fáa ikki nakað vælferðarsamfelag við bara at hugsa um samferðslukervið, vegasambandið o.s.fr. Tað sær út til, at øll hol og allir vegir skulu gerast, áðrenn vit yvirhøvur kunnu gera okkum tankar um nakað annað. Vit eru øll samd um, at samferðslukervið áhaldandi má mennast, og at tunnlar skulu gerast, men er tíðin ikki komin til at hugsa um onnur mál, ið hava við vælferðina hjá føroyingum at gera? Um vit vilja, at tað skulu búgva 70.000 føroyingar í Føroyum er tað ikki gott nokk bara at hugsa um samferðslukervið. Nýmótans føroyingurin setur nógv størri krøv enn bara góðir vegir, tunnlar og skip. Nýmótans føroyingurin vil eitt nú hava góðar og tryggar karmar til sína familju, ein góðan fólkaskúla við høgari góðsku, ein miðnámsskúla, har karmarnir eru í lagi, eitt ríkt mentanarlív, trygg og góð viðurskifti til tey veiku og rørslutarnaðu, góðar umstøður til tey sálarsjúku og eg kundi hildið áfram.
Ein av orsøkunum til, at føroyingar uttanlands ikki velja at flyta heim aftur til Føroyar er, at teir hava vant seg við eina vælfungerandi vælferðarskipan, sum teir ikki síggja aftur í Føroyum. Vit kunnu taka familjuviðurskiftini sum eitt dømi. Danski barnastuðulin er 3300 kr kvartalið netto, danir hava bústaðarstuðul, sum er ein góð hjálp til eitt nú láglønt og støk við børnum, danir hava eitt ára barnsburðarfarloyvi og ikki minst eitt lágt kostnaðarstøði samanborið við tað føroyska. Hesi vælferðartilboð, ella vit kunnu siga minstamark fyri, at nógv kunnu yvirliva gerandisdagin er ikki rúm fyri við einari so risastórari íløguætlan sum undirsjóvartunnilin til Sandoynna vil viðføra. Eg haldi sjálvsagt, at Sandoyggin og Suðuroyggin eisini skulu tengjast at meginøkinum javnsett við hinar oyggjarnar, men tíðin er ikki tann rætta. Harumframt haldi eg tað vera gott gjørt av politikarunum, ið sita við valdið at fyrst brúka 1 milliard til suðuroyarleiðina, her hugsi eg um Gomlurætt, Teistan, Smyril og Krambatanga og síðani gera ein undirsjóvartunnil beint aftaná til 700 mio. krónur, tað er at gera gjøldur við fólki.
Vælferðarmálaráð
Ìstaðin fyri bert at hugsa um hol, kundi vit roynt at fylt hini holini, ið ikki at eiga at vera í okkara samfelag. Eftir mínum tykki kundi Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið verið lagt saman í eitt aðalráð, hetta hevði givið rúm fyri einum aðalráði, ið arbeiddi við vælferð burturav. Eitt tílíkt vælferðarmálaráð, kundi eitt nú fevnt um familjupolitikk yvirhøvur, barsilsskipan, barna og ungdómspoltikk, ið vit í grundini yvirhøvur ikki hava, eldrapolitikk, viðurskifti hjá rørslutarnaðum, sálarsjúkum, mentan og javnstøðumál. Alt tað, sum hevur við vælferð at gera, liggur spjatt kring øll aðalráðini, og tískil síggja vit ongan yvirskipaðan vælferðarpolitikk í Føroyum. Eitt vælferðarmálaráð hevði sostatt eisini givið hinum aðalráðunum størri rásarrúm, av tí at nøkur av teirra málsøkjum vildu verðið flutt til vælferðarmálaráðið. Vit mugu leggja á annan bógv og gera lívið lagað hjá øllum at liva í í Føroyum, bæði illa støddu barnafamiljuni, hjá teimum støku við børnum, teimum sálarsjúku, teimum rørslutarnaðu, teimum eldru, teimum ungu, ið alsamt seta størri krøv til útbúgving og karmar til teirra virksemi og ikki minst eigur tónleika og mentanarøkið at fáa nógv størri játtan fyri alsamt at menna sítt virksemi. Stundin er komin, at vit mugu síggja skriftina á vegginum – vit søkka afturúr, um vit ikki seta ferð á okkara vælferðarpolitikk.