Turið Jacobsen, Ergoterapeutur
Nú hevur so visiónstorg verið um vælferð. Sum ergoterapeutur hava almanna- og heilsumál mín stóra áhuga. Havi seinastu árini starvast í ymiskum skipanum innan primera sektorin, sum veita tænastur til gomul og brekað, sum búgva í egnum heimi. Bæði út frá tí og við at fylgja við í, hvussu okkara grannalond skipa tænasturnar til fólk, sum orsakað av breki hava skerdan førleika, havi eg gjørt mær tankar um hetta økið hjá okkum.
Kjarnuvitanin hjá ergoterapeutum er uppvenjing og rehabilitering av fólki við skerdum førleika og starvast ergoterapeutar innan skipanir, sum veita hesar tænastur.
Føroya Kommunufelag var vertur fyri ráðstevnu um eldraøkið í Norðurlandahúsinum seinasta heyst. Sera áhugavert at hoyra, hvussu onnur útjaðarasamfeløg hava skipað seg á hesum økinum. Føroya Kommunufelag og útjaðarakommunur í okkara grannalondum høvdu samstarvast um evnið í nøkur ár. M.a. kom fram, at luttakararnir úr hinum londunum høvdu roynt at finna út av, hvussu eldraøkið virkaði í Føroyum og høvdu konkluderað, at tað var tað reina kaos. Júst somu fatan havi eg eftir at hava starvast innan eldra- og brekøkið í nøkur ár.
Stórur politiskur og almennur vilji er til at bøta um tænasturnar til gomul og brekað. Eingin ivi er heldur um, at allar skipanir, sum veita hesum borgarunum tænastur, gera sítt besta og dentur verður lagdur á at laga tænastuna til tørvin hjá borgaranum. Starvsfólk í hesum tænastum tosa mangan um, at tær samstarva tvørfakligt, hetta hóðast tær í nógvum førum einans hava ein fakbólk at veita tænasturnar, tvs. tær eru monofakligar - skipanirnar tykjast onkursvegna bert at hava eygu fyri tørvinum á tí eina fakbólkinum, hesin vísir seg ofta at hava somu fakligu bakgrund sum leiðarin í skipanini, ella er fakbólkurin 'gamal' á marknaðinum og væl kendur í almanna- og heilsuverkinum og millum fólk annars. Líkist fyribrygdinum 'tá ein hondverkari skal loysa eina uppgávu og einans hevur ein hamara til taks, sær hann einans seymir'.
Tað, at skipanirnar eru so ymiskar og í nógvum førum monofakligar, ger, at fokusið onkursvegna hevur lyndi til at flyta seg frá borgaranum. Knappiliga er tað ikki borgaran, sum málið snýr seg um, men hvør skipan skal veita hvørja tænastu, hvussu samstarvið millum skipanirnar skal virka v.m - hetta fær í nógvum førum dám av dupultarbeiði, ein skipan biðjur eina aðra um at loysa onkra uppgávu fyri seg v.m. Onkuntíð verður staðfest, at uppgávan ikki kann loysast, tí júst hesum trupulleikanum hevur eingin ábyrgdina av at loysa. Her er tað at, fyribrygdið, 'borgarin dettur ímillum skipanirnar' kann gera vart við seg - øll hava hoyrt um tað og ongum dámar tað. Augusta Mikkelsen, fysioterapeutur, skrivaði einaferð í viðmerking um barnaøkið, at tað ikki átti at komið fyri, at børn við breki 'duttu ímillum skipanir'. Hon hevur sjálvsagt rætt, um fokusið verður hildið á borgaran og ikki skipanirnar, hendir hetta ikki. Hvussu ber tað so til, at hetta hendir aftur og aftur í Føroyum?
Fyrst til nakað so keðiligt sum pengar, tí pengar skulu jú til at gjalda øllum hesum starvsfólkunum í øllum hesum skipanunum fyri alt hetta stíðið at halda skútuni koyrandi og halda skil á, hvat mín skipan, tín skipan, skipanin hjá hinum v.m. skal gera. Hvar koma hesir pengarnir so frá - jú mín sann, talan er um skattapengar frá føroyskum borgarum, bæði tá talan er um kommunalar skipanir, almennar skipanir við landsdekkandi funktión, almennar skipanir við økisuppdeildum funktiónum, sjálvsognarstovnum v.m. Fyri at tað ikki skal vera lygn, er talan eisini um somu borgarar, sum fáa tænasturnar, sum hesir skattapengar - kommunalir ella almennir - fíggja. Tvs. talan er um pengar frá somu skattgjaldarum, sum fíggja tænastur til sama skara av borgarum. Tí má tað bera til at beina hetta fíggjarliga - og fakliga - tilfeingið, so tað verður gagnnýtt sum best fyri allar borgarar við skerdum førleika.
Sum ergoterapeutur í primera sektorinum upplivdi eg tað sum ein avbjóðing í sær sjálvum at finna út av, hvør skipan hevði ábyrgd av hvørjum og at finna út av, hvønn leiklut eg hevði í øllum hesum. Mínar royndir stava frá Hjálpartólamiðstøðini (HTM), Dagstovninum á Lágargarði og Heimatænastuni, tað sum eg beit merki í og undraðist yvir var, at eg hitti somu borgarar í øllum skipanunum, tænasturnar vóru í nógvum førum treytaðar av hvørjari aðrari, men hoyrdu til heilt hvør sína skipan, sum var skipað undir hvør sínum leisti.
Setti mær tí fyri at royna at lýsa í hesum organisatiónsdiagrammi, hvussu allar almennar og kommunalar tænastur til heimabúgvandi borgarar við skerdum førleika yvir 18 ár, sum búgva í Suðurstreymoy, eru skipaðar. Eg skal ikki siga, at alt er púra rætt - uppgávan vísti seg at vera rættiliga avbjóðandi og haldi eg, at úrslitið er áhugavert og talar fyri seg. Havi sett spurnartekin við ellis- og røktarheim - ábyrgdin av hesum tykist at vera bæði kommunal, almenn og í onkrum førum hevur eitt stýri eisini ábyrgd. Mín telduførleiki rakk ikki til at gera diagrammið á teldu.