Samfeløg, sum eru skipað við marknaðarbúskapi, hava allar dagar verið eyðkend av meira ella minni ógvusligum búskaparligum sveiggjum. Síðan kapitalisman gjørdist ráðandi samfelagsskipan, hevur heimurin verið raktur av størri og minni kreppum. Orsøkirnar til hesar kreppur hava verið ymiskar: ovurframleiðsla, skiftandi efirspurningur, kríggj ella krígsótti, ótamd lántøka ella ov vánaligir lánsmøguleikar fyri bert at nevna nakrar av teimum mongu kreppuorsøkunum, sum heimurin hevur upplivað, síðan ídnaðarkollveltinin av álvara tók seg upp fyri gott og væl tvey hundrað árum síðani.
Myndugleikar og stjórnir í ídnaðarlondunum hava alt hetta tíðarskeið staðið ivandi og mangan púra máttleys mótvegis teimum mongu altoyðandi búskaparkreppum, sum við føstum og afturvendandi millumbilum hava herja ídnaðarlondini. Hyggjuráðini hava verið mong og virknið av teimum mong hyggjuráðunum hava verið ymisk. Ráðini hava fevnt um so at siga alt, eitt nú, frá bert at lata til standa og so til at fara inn og stýra búskapinum við harðari almennari hond. Afturat hesum hevur verið ørgrynni av meira ella minni virknum millumloysnum. Vit hava so mangan her á hesum teigi umrøtt hesi mongu og fjølbroyttu tiltøk, og lata tey tí liggja. Blað, Rás2 og Portalur hava eftir besta førimuni roynt at fáa eitt javnt orðaskifti um búskaparpolitikkin. Hvørt hetta er eydnast okkum til fulnar, mugu onnur meta um, men vit fara tó at vera so ósmæin at halda, at seinastu mongu árini eru mong áhugaverd sjónarmið komin í ljós, sum hava givið politikkarum og almenningin sum heild nakað at hugsa um.
Uttan mun til, hvørja búskaparliga skipan eitt samfelag hevur og uttan mun til, hvørt ein heldur seg til marknaðarbúskap, planbúskap ella eina hóskandi blanding av báðum skipanum, so stendur tó ein meginregla yvir øllum. Hendan meginregla snýr seg um ta ábyrgd fyri vælferð borgarans, ið einhvør stjórn hevur í einumhvørjum nútímans fólkaræðiligum landi. Vit hava síðan annan heimsbardaga í Vestureuropa bygt upp eitt sokallað vælferðarsamfelag ofta eftir norðurlendskum leisti. Hetta vælferðarsamfelag verður mangan lastað, hildið fyri gjøldur og enntá lagt beinleiðis fyri hatur, eitt nú tí at hesin samfelagsmyndil vankliga merkir eitt hart skattatrýst, og skattatrýst meta nógv javnt við ágang frá samfelagsins síðu. Kortini vil eingin missa vælferðarsamfelagið.
Hvørja ferð búskaparkreppan herjar við somu afturvendandi vissu sum beinkrím, so fáa vit tjak um bestu hyggjuráðini. Vit fáa nógv góð ráð, um hvørji tiltøk, ið løgting og landstýri eiga at sera í verk og vit fáa enn fleiri ráð um, hvørji ráð ein ikki eigur at taka til. Hetta orðaskiftið er gott fyri fólkaræðið bert vit eru samd um ta grundleggjandi meginreglu, at okkara fólkavaldu í somu løtu hesi átóka sær ábyrgdina av valinum, eisini átóku sær ábyrgdina av okkara vælferð. Hetta merkir, at allur kreppupolitikkur eigur at verða rikin við hesi ábyrgd í huga og við fyriliti fyri hesi ábyrgd. Orð løgmans her í blaðnum í gjár benda á, at sitandi samgonga kennir seg bundna av hesi ábyrgd og so fáa vit at síggja um landsstýrisflokkarnir og møguliga andstøðan við hava moralska og politiska máttin, ið skal til.