Helgi Abrahamsen
??????????????????
Knút Eysturstein hevði eina grein í bløðunum fyri tveimum vikum síðani, har hann vísti á, at nýggja samgongan hevði ongar hugsjónir og einki endamál, tí alt var bara ein spurningur um vælferð.
Av tí at eg varð nevndur við navni í greinini, loyvdi eg mær at gera nakrar viðmerkingar til tað, sum hann skrivaði. Eg endaði við at heita á Knút um at siga okkum, hvørjar vælferðartænastur, eftir hansara tykki, skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, fyri at vit kundu fíggja tað føroyska fullveldið. Í hesum sambandi nevndi eg ítøkiligu økini fólkapensjón, skúla og sjúkraviðgerð.
Mikudagin 25. februar skrivar hann aftur eina grein. Men hóast greinin hesa ferð skal eitast fyri at vera aftursvar til mín, so dugi eg ikki at síggja nakað í greinini, sum svarar spurningunum, sum eg setti honum. Har er bara uttanumtos.
Ikki tí - eg visti longu tá eg skrivaði greinina, at har fór ikki at koma nakað uppskot um, hvussu eitt føroyskt fullveldi skuldi fíggjast. Tað hevur eingin annar klárað at greitt okkum frá higartil, og tí var tað ikki annað enn væntandi, at Knút Eysturstein fór heldur ikki at klára tað. Sjálvt fullveldislandsstýrið, sum segði seg hava allar loysnirnar á tí spurninginum, dugdi ikki at vísa á nakra aðra loysn, enn at biðja donsku stjórnina geva teimum langa skiftistíð - tað vil siga, biðja danir gjalda so leingi sum til bar.
Nógvar umberingar
Tá eg spurdi hvørjar vælferðartænastur skuldu burtur og hvørjar skuldu skerjast, so var tað ikki fyri at fáa eitt svar, men heldur fyri at vísa á, hvussu torført tað er at svara hesum spurninginum. Og eg haldi, at Knút vísir við seinnu greinini, at tað er ikki lætt at svara. Hann umber seg við, at hann er hvørki samfelagsfrøðingur ella búskaparfrøðingur, hann er ungur, hevur bert eitt málsligt studentsprógv o.s.fr., og alt gott um tað. Men nær er tað blivið uppgávan hjá samfelagsfrøðingum og búskaparfrøðingum at raðfesta útreiðslurnar á fíggjarlógini? Er tað ikki tað, vit hava politikarar til?
Vit sum luttaka í politiska kjakinum kunnu ikki loyva okkum at skumpa tann fíggjarliga partin yvir á serfrøðingarnar, og siga, at tað mugu teir finna útav.
Knút sigur eisini, at fyrra greinin hjá honum hevði eitt heimspekiligt ástøði, meðan mín hevði eitt fíggjarligt- ella kanska materalistiskt ástøði. Hesi hava sambært honum lítið við hvørt annað at gera í einum kjaki. Hann vísir á, at tað er ikki hann persónliga, ið skal gera uppskot til broytingar í okkara samfelag, og so sigur hann: "Hinvegin krevji eg av okkara fólkavaldu politikarum, ið stýra landinum, at teirra ráðandi hugburður skal vera merktur av áliti og áræði! IKKI ótta og óhjálpsemi".
Við øðrum orðum, so átekur hann sær leiklutin at seta krøv til okkara fólkavaldu politikarar, og so má onkur annar finna útav, hvussu hesi krøvini skulu fíggjast. Og vit sum vísa á skeivleikarnar við hesum hugburði fáa at vita, at vit eru materalistar við ongum hugsjónum. - Ótrúðliga smart!
15. januar er farin
Viðvíkjandi kjakinum um, hvussu spurningar og svar fullu á fundinum í Runavík tann 15. januar, eri eg samdur við Knúti um, at tað neyvan hevur lesarans áhuga, so lat tað bara fara. Eg havi í fyrru greinini greitt frá míni støðu til spurningin, og so er ikki meira at siga um tað.
Er vælferð ikki vælferð ?
Men so sigur Knút, at eg yvirtulki greinina hjá honum, tá eg sigi, at tað stendur í henni, at fullveldi hevur størri týdning enn vælferðin hjá føroyingum. Eisini sigur hann, at tað er ikki vist, at vælferð og fullveldi eru tveir mótpolar. Hetta skilti eg satt at siga ikki tá eg læs tað. Men so síggi eg, at hann seinni í greinini kemur við eini heilt serligari tulking av, hvat orðið vælferð merkir, og so skilji eg knappliga alt.
Tá fullveldisfólk hava sagt (eftir hondini nógvar ferðir), at fullveldið fer ikki at kosta okkum vælferðina, so er ikki vist, at tey meintu við tað, sum vit vanliga kalla vælferð, men heldur var talan um okkurt annað slag av vælferð. - Okkurt sum einki kostar. Hetta er helst orsøkin til, at Knút sigur, at spurningarnir hjá honum á einum heimspekiligum ástøði ikki hóska til míni svar á tí fíggjarliga ástøðinum. Vælferð og vælferð eru eftir øllum at døma ikki tað sama (og soleiðis sleppur mann undan at greiða frá, hvussu vælferðin skal fíggjast).
Knút nevnir sum dømi, at hann vildi mett, at fyri ein stóran part av føroyska fólkinum er fullveldið í sær sjálvum tað sama sum vælferð. Men so undrar tað meg eitt sindur, at fullveldislandsstýrið (ella skulu vit kalla tað vælferðarlandsstýrið?) slepti fullveldisætlanini (vælferðarætlanini) tá tað gjørdist teimum greitt, at ríkiskassin fór ikki at gjalda fyri tað, sum vit vanliga kalla vælferðartænastur í Føroyum. So stutt vardi tann "vælferðin".
Um fullveldið er vælferð í sær sjálvum, so mátti táverandi landsstýri bara stovnað hatta fullveldið, uttan at hugsað so nógv um kostnaðin. Men tað tordu teir ikki !
Loysing kostar
Líkamikið hvørjum ástøði vit velja at kjakast á, og líkamikið hvønn týdning vit leggja í orðið vælferð, so sleppa vit ikki uttanum, at ein loysing úr ríkisfelagsskapinum má fíggjast so ella so, um vit sum borgarar skulu hava óbroyttar møguleikar í samfelagnum. Hetta eru tveir mótpolar, og vit mugu velja annan.
Samanumtikið kann sigast, at mong eru tey, sum í fjølmiðlunum hava boðað frá, at tey ganga inn fyri føroyskum fullveldi. Men tá tað kemur til tann fíggjarliga partin, so endar alt í tveimum møguleikum:
1. vælferðin skal minka.
2. danir skulu gjalda.