Eitt nú hevur verið sagt og skrivað, at samgongan hevur raðfest niðurskurð í ríkisstuðlinum framum alt annað, at øktu útreiðslurnar ikki eru farnar til vælferðina, at fullveldisætlanin er orsøk til bæði líkt og ólíkt o.s.fr. Hesar ákærur eru sjálvsagt fullkomiliga burturvið.
Samgongan hevur øll árini raðfest vælferð føroyinga hægst og eru øktu útreiðslurnar nýttar til at bøta um vælferðina. Komandi árini verða eitt nú eldraøkið, serforsorgin, mentan, útbúgving og gransking raðfest enn hægri.
Ábyrgdarleyst at vilja hava ábyrgd ?
Tað hevur verið undarligt at fylgt við í parti av kjakinum seinastu tíðina, tí tað tykist sum um, at uttan mun til hvørji stig samgongan tekur - ja, so verður ákært.
Andstøðan sigur, at ov nógvur peningur verður nýttur - men samstundis verður sagt, at ríkisveitingin ikki skuldi verið skorin tí hesin partur somuleiðis skuldi verið nýttur.
Tá ið samgongan tosar um varðsemi og sparingar - ja, so er eisini hetta galið - men samstundis er eisini galið um samgongan ikki velur at spara.
Eisini kundu allir flokkar á tingi undir 1. viðgerð av fíggjarlógini herfyri taka undir við at skipa ein sjálvberandi búskap, men samstundis verður ikki tikið undir við einum niðurskurði av ríkisstuðlinum í bestu tíðum.
Sjálvt tað at vilja átaka sær ábyrgd verður skýrt ábyrgdarleyst.
Hetta eru andsøgnir so tað stendur eftirí.
Men tað er serstakliga nú tá ynskið, viljin og áræðið til at vilja átaka sær fulla ábyrgd av føroyska samfelagnum verður javnstillað við ikki at vilja raðfesta føroysku vælferðina hægst, at eg kenni, at talast má at. Tí veruleikin er júst tann øvugti.
Øktar játtanir
Verður hugt at tíðarskeiðnum 1998-2002 er játtanin til heilsumál økt við 32%, almannamál við 31% og til útbúgving og gransking økt við 41%. Tølini tala fyri seg. Sí talvu 1.
Talva 1: Útreiðslur Landskassans á útvaldum økjum
Mió. kr. 1998 2002 Vøkstur í %
Heilsumál 370 489 32
Almannamál 888 1160 31
Útbúgving og gransking404 569 41
*Kelda: FMR - pr. 1. mars 2002
Størri partur til vælferðartænastur
Útreiðslubýtið er eisini broytt munandi í mun til 1990. Sí lagkøkumyndirnar. Í dag verða um 2/3 av øllum útreiðslum landsins nýttar til almanna-, heilsu, útbúgvingar- og mentamál og er hetta munandi meira enn í 1990.
Sí mynd! (útreiðslubýtið)
Hægri lestrarstuðul, sambýlir og nýggj barsilsskipan
Nøkur dømi um menning av vælferðartænastunum seinastu árini eru:
-Nýtt Landssjúkrahús ávegis
-Munandi hægri lestrarstuðul til lesandi
-Nýggj barsilsskipan
-Sambýlir til eldri og autistar
-Fólkapensiónin er hækkað munandi
-Karensdagar eru tiknir av
-Mentanarøkið hevur fingið 50% størri játtan
-Langtíðaríløguætlan er løgd
-Osfr.
Munandi framstig - men altíð størri tørvur
Hóast vit hava sæð munandi framstig í samfelag okkara seinastu árini, so er sjálvsagt, at tað altíð vilja verða øki, ið hava tørv á størri ábøtum. Tí hevur samgongan eisini valt at raðfesta eitt nú eldraøkið, serforsorgina, mentan, útbúgving og gransking enn hægri í 2003 - og er ætlanin m.a. at byggja skúlar og at fáa sett ferð á arbeiðið við at byggja ellis- og røktarheim v.m. Av øðrum kann eitt nú nevnast, at arbeitt verður við nýggjari føroyskari sosiallóggávu, før-oyskum heilsupolitikki og tillaging av almennu fyrisitingini til føroysk viðurskifti.
Ábyrgd fremur vælferð
Sigast kann ikki annað enn, at føroyingar hava megnað at skapt og framleitt tað, ið krevst til tess at reisa føroyska samfelagið eftir kreppuárini. Samferðslu- og samskiftisnetini eru útbygd, vælferðartænasturnar eru mentar, vinnulívið er framkomið og kappingarført, arbeiði er til allar hendur og er føroyski búskapurin vorðin munandi meira sjálvbjargin.
Politiska leiðslan hevur somuleiðis gjørt og fer framhaldandi at gera sítt besta fyri at fremja eitt enn betur vælferðarsamfelag fyri allar føroyingar, og tí eru ákærurnar, ið vendar hava verið ímóti samgonguni hesum viðvíkjandi seinastu tíðina, verið púra burturvið. Samgongan hevur sum mál, at átaka sær fulla ábyrgd í øllum samfelagsins lutum. Hetta merkir somuleiðis, at átaka sær fulla ábyrgd av vælferðartænastum til allar føroyingar - og ábyrgd fremur vælferð.