Leygardagin 27. oktober hittust einir áttati granskarar og grannskingaráhugað fólk til Fróðarfundin - ella Fróðardagin - ið Føroya Fróðskaparfelag hevði skipað fyri í samstarvi við Norðurlandahúsið við eini skrá, ið fevndi um seks tímar.
Hetta er fyrstu ferð, felagið roynir eitt tiltak av hesum slag, har tað stendur granskarum innan allar frøðigreinir, limum og ikki-limum, umframt granskingaráhugaðum yvirhøvur, í boði at koma saman at skifta orð um granskingarspurningar sum heild, menning av verandi granskingarvirksemi og framtíðar granskingarætlanir. Hvørja leið eigur framtíðar gransking í Føroyum at taka? Og hvat er neyðugt til tess at bøta um og fremja tvørfakliga samstarvið?
Inngangurin til fundin var ein fyrilestur um, hvat tað í grundini er at granska. Felagið hevði sum íblástur uttaneftir boðið kenda og sera umhildna fyrilestrahaldaranum Bjørn Berland, professarara frá Universitetet i Bergen, higar at greiða frá hesum. Tað gjørdi hann við vælvaldum orðum og áhugaverdum dømum.
Eftir fyrilesturin býttu luttakararnir seg í sjey bólkar fyri ávikavist fyri málfrøði, bókmentafrøði, søgu/siðsøgu, náttúruvísindi/lívfrøði, fiskivinnu/ matframleiðslu, samfelagsfrøði, heilsufrøði. Uppgáva teirra var hvør á sínum lagi at viðgera og lýsa nærri spurningarnar, fundurin legði upp til - til framløgu og felags orðaskifti seinni á degnum.
Felags orðaskiftið staðfesti, at tað er ikki so lítið av gransking, sum fer fram í Føroyum, men harfyri er almikið, sum liggur á láni og uppiber betri umstøður. Í granskingarhøpi hava Føroyar nógv at bjóða, granskingarevnini tróta ikki, føroyski granskarahópurin er í vøkstri, og áhugin fyri gransking er stórur millum útbúnar føroyingar, bæði her á landi og úti í heimi. Eisini mega vit fáa útlendskar granskarar hendanvegin til tess at geva íblástur og til tess at vaksa um granskingarumhvørvið. Víst varð á, at samstarvið millum tey ymisku granskingarøkini í Føroyum eigur at økjast munandi.
Nevnt varð, at eitt felag sum Føroya Fróðskaparfelag við sínum skjótt fimti árum á baki og sínum mongu limum innan allar frøðigreinir hevur møguleika fram um einstaklingar at taka munagóð stig føroyskari gransking til frama. Í hesum hæpi heittu fundarluttakararnir á felagið um at gera framda gransking meira sjónliga og a-tkomuliga fyri almenninginum. At felagið virkar fyri tvørfakligum samstarvi varð hildið sjálvsagt. Ymist annað kom fram í orðaskiftinum, eitt nú eitt ynski um, at felagið átók sær ein virknan leiklut í at vísa á, hvat krevst, til at gransking í Føroyuum fær tey kor, henni tørvar til at trívast og mennast. Gransking skal geva eitt íkast til stóra vísindaheimin. Men samstundis er tað ein sannroynd, at gransking - av hvørjum slag hon enn er - er ein íløga í framtíðina, sum sæst aftur í samfelagsligum framburði.
Formaður felagsins, Dánjal Petur Højgaard, endaði fundin við einum samandrátti av tí, ið fram var komið í bólkunum, sum viðmerkingar, uppskot og hugskot, og í orðaskiftinum aftaná, takkaði fyri tann stóra áhugan fyri tiltakinum og væl útint arbeiði. So skjótt sum tilfarið er savnað saman, vil nevndin í felagnum taka tað til gjølliga umhugsan og viðgerð.
Ein væleydnaður fundur var at enda komin. Fleiri av luttakarunum høvdu á orði, at tiltak sum hetta átti at verða uppafturtikið, til dømis eina ferð um árið eins og ein stevna millum aðrar her á landi.