Fríggjakvøldið 5. oktober skipaði OD-bólkurin í Hoydølum fyri einum sera væleydnaðum listarligum OD-tiltakið í Posthúskjallaranum í miðbýnum. ?Orsøkin til at vit hildu hetta kvøld var fyri, at vit ynsktu at fáa onnur uttan fyri Studentaskúlan at síggja, hvussu týdningarmikið tað er at stuðla OD. Øll listafólkini høvdu sagt ja til at gera hetta frívilliga og allur maturin var sponsoreraður. Hetta gjørdi, at allir pengarnir kundu fara beinleiðis til Bolivia uttan at nakrar útreiðslur skuldu gjaldast áðrenn,? sigur eitt umboð fyri OD-bólkin.
Klokkan 19.30 eru longu nógv fólk inni á gólvinum í Posthúskjallaranum. Hølini eru gjørd um so tey næstan líkjast ein av hesum jazz-caféunum frá útlandinum. Á veggjunum hanga málningar hjá ymiskum ungum kendum listarfólkum, ein OD-bás stendur við eini rúgvu av OD-tilfari við síðuna av einum stórum korti yvir Suðuramerika og ein café er stillað upp.
Kvøldið byrjaði við einum dansibólki av fýra gentum, sum saman kallaðu seg ?Dansandi Trælir?. Eftir væleydnaða dansin var fjøldin hitað upp og spent varð bíðað eftir tí næsta unga kunstnarinum.
Millum tónleikararnar hetta kvøld kann jazzbólkurin Jumpin? Jack fekk áskoðarafjøldina at droyma seg aftur til jazztíðina og K?n Dad spældu nøkur sera vøkur gomul løg, har serliga inniliga røddin hjá Karini traðkaði fram.
Kvøldið endaði við einum braki við kenda bólkinum Boys in a Band og eftir hesum var farið til hús ella í víðari í býin. Lagið á øllum tyktiskt gott og tey umleið hundrað, ið høvdu brúkt kvøldið í Posthúskjallaranum, tyktust at vera glað um at hava verið partur av einum so áhugaverdum og fjølbroyttum kvøldi.