Eivør Pálsdóttir og Bill Bourne fóru á pall í St, James Hall í Vancouver.
Við sær høvdu tey eisini fiól-snillingin Lissa Schneckenburger.
Sædis Eilifsdóttir er mamma Eivør, og vit frætta frá henni, at konsertin gekk sera væl og at fleiri føroyingar løgdu leiðina framvið fyri at hoyra Eivør og Bill og fiól-snillingin.
Sunnudagin spæa tey í Hughs Room í Toronto.