Væleydnaðar konsertir í Norðurlandahúsinum

Tvær konsertir fyri nærum fullum húsi Í Norðurlandahúsinum var úrslitið av sangskeiðinum, sum Heimamissiónin skipaði fyri. Fyrireikararnir lata sera væl at konsertunum

Tann fyrra konsertin fór av bakkastokki klokkan trý. Hon byrjaði við at barnakórið framførdi fýra sangir. Sosialurin frættir, at framførslan hjá teimum var avbera góð, so ivaleyst mundu nógv sera stolt foreldur sita millum áhoyrararnar leygardagin.
Tá barnakórið var liðugt við teirra framførslu, kom stóra kórið, sum tað verður kallað, á pallin við normanninum Jostein Myklebust á odda. Hann var sera vælupplagdur, og hann leiddi kórið trygt og væl gjøgnum teir ymsu sangirnar. Sangstílurin var fyri tað mesta Black Gospel, men eisini vóru meira siðvandir sangir á skránni.
Kórið framførdi ellivu av teimum fimtan sangunum, sum tey høvdu vant á sangskeiðinum. So ikki kann annað sigast enn, at tey hava fingið nógv burtur úr á skeiðinum, sum endaði við báðum konsertunum leygardagin.
Hans Jákup Hansen, formaður í sangnevndini hjá Heimamissiónini, sigur, at tað er altíð betur at hava í meira lagi av sangum, tí tað skal helst ikki vera ov lítið. Tann fyrra konsertin vardi í umleið fimm korter, meðan tann seinna var heldur longri - umleið hálvan annan tíma.
Hans Jákup Hansen letur sera væl at konsertunum, men hann sigur tó, at tann seinna eydnaðist betur.
- Tað vil nokk altíð verða so, tá tað eru tvær konsertir. Tað eru fleiri nervar upp á spæl til ta fyrru og sangararnir skulu tá eisini føla seg fram. Meðan til ta seinnu eru tey greið yvir alt og slappa meira av tá. Og tá skulu tey heldur ikki spara seg til eina konsert afturat, og kunna tískil geva alt, sum tey hava, greiðir Hans Jákup Hansen frá.
Hóast konsertirnar vóru klokkan 15 og 17 leygardagin, so var nógv fólk. Til ta fyrru var ikki útselt, meðan tann seinna var fyri fullum húsi, og tað vil siga 340 fólk. Hetta var triðju ferð, at konsertirnar í sambandi við sangskeiðið hjá Heimamissiónini var í Norðurlandahúsinum.
- Vit vita frá undanfarnum árum, at áhugin fyri hesum konsertunum er stórur, og tí hava vit valt at hava tvær, sigur Hans Jákup Hansen, sum fegnast um, at bæði sangskeiðið og konsertirnar enn einaferð eydnaðust so væl,