Væleydnaðar konsertir á Norðuratlantsbryggjuni

Leygarkvøldið 2. februar var lýst við intimum dupultkonsertum á Norðuratlantsbryggjuni í Keypmannahavn Ungi Heiðrikur av Heiðum kom fyrst á pallin við góðum tónleikarum. Heiðin Ziska Davidsen á gittar, Heiðrun Petersen á violin, Tóri Restorff á cello og Janus Rasmussen, programering. Heiðrik var í svørtum klæðum og hevði klipt sær stutt. Øll á pallinum høvdu ámálað eitt svart grátitár undir øðrun eyganum. Tað hoyrdist væl at Heiðrikur hevur eina flotta og reina rødd. Hann var eisini tilnevndur besti sangari á Planet Awards 2007. Sjálvt um hann var eitt sindur nervøsur á pallinum í Danmark fyri fyrstu ferð, so fekk hann góðan íblástur frá fjepparum og gestunum, sum klappaðu óført og róptu okkurt stuttligt kanska fyri at bróta ísin. Onkur sangur var hjá Terja Rasmussen og eisini sang hann ?Tá eg fór mær til Gjáar? í egnum stíli. Heiðrikur syngur sera væl, er djarvur og hevur eitt gott look á pallinum. Samanspælið við bólkin var gott og gestirnir sóu út til at dáma tónleikin væl. Heiðrikur er komin til Keypmannahavn fyri at ganga í skúla í eitt hálvt ár og fyri at skriva nýtt tilfar. Síðan kom ein hóskandi steðgur millum konsertirnar.Aftaná steðgin trein Guðrið Hansdóttir inn á pallin við flottum 70-ara kjóla, sum hevði alskyns glitrandi og fagrar litir. Við sær hevði hon bólkin, sum hava spælt saman við í eitt ár. Tey eru: Guðrið Hansdótir sang og gittar, Líggjas Olsen rhodes, Sakaris Joesen bass, Andreas Dalsgaard trummur, Jón Klæmint Hofgaard gittar og Ása Wraae kórsang. .Hon og bólkur hennara framførdu góðan kvalitet hetta kvøldið. Orð/myndir: FO INVASION v/ Edmund S.Jacobsen