Væl umtókti Jógvan

Føroyski sangarin í Íslandi, Jógvan Hansen úr Klaksvík, er ógvuliga væl umtóktur millum íslendingar. Sangarin setti hol á Føroysku dagarnar í Stokkseyri í gjárkvøldið, og tá hann fór av palli, tók tað honum meiri enn hálvan tíma at ganga teir 20 metrarnar út á eina terassu, har Portalurin hevði sett honum stevnu.

Og Jógvan gav sær góða tíð at tosa við fjeppararnar, sum vóru heilt frá 10 og upp í 90 ára aldur. Og tað vóru ikki bert børnini, ið bóðu um autograf.

- Eg eri soleiðis av lyndi, at eg avvísi ikki fólki. Eg gevi mær stundir at práta við tey, sigur Jógvan Hansen.

Hann átti eina frisørsalong í Reykjavík, men seldi hana í fjør.

- Tað var í tøkum tíma, at eg seldi, beint áðrenn kreppan rakti. So nú arbeiði eg fyri nýggja eigaran. Eg eri úti hvørt einasta vikuskifti og spæli til dans, so tú kans siga, at eg havi tvey arbeiði, og tað má eigarin av frisørsalongini bara finna seg í, sigur Jógvan Hansen.

Hann fæst í løtuni við at umseta føroyskar sangir til íslendskt og íslendskar sangir til føroyskt, og ætlanin er, at hetta skal enda í einari nýggjari útgávu. Men nær hendan verður klár, ber ikki til at siga beint nú.