Væl útgjørdur sjúkrabilur

Landssjúkrahúsið hevur júst fingið ein sjúkrabil, sum kann flyta sjúkrasong og fleiri fólk

Við Norrønu mánadagin komu tveir sjúkrabilar til Føroya. Annar var ein vanligur sjúkrabilur til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Hin var ein størri sjúkrabilur, sum kann taka tvær børur ella eina sjúkrasong og eina børu.
Hesin sjúkrabilurin er ógvuliga arbeiðsligur og hevu fimm sitipláss, sum brúk er fyri, tá ið lækni, narkosulækni og sjúkrasystir skulu eitt nú til eitt vanlukkustað.
Landssjúkrahúsið hevði ein slíkan væl útgjørdan sjúkrabil, men hann varð settur fyri tveimum árum síðan. Nú er so ein avloysari komin.
Tað er ikki ofta, at boð eru eftir einum so væl útgjørdum bili, mest tá eitt nú mamma og barn skulu flytast á sjúkrahús, ella ein vanlukka er hend.
Landsjúkrahúsið hevur nú 10 sjúkrabilar í Havn, tveir í Eysturoynni, tveir í Vágum og ein í Sandoynni. Haraftrat hevur Landssjúkrahúsið nakrar bilar aftrat til annan flutning.