Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum
-----
Fyrstu føroysku orðblindalærararnir hava júst lokið prógv. Hetta eru góð og positiv tíðindi, tí tað eru alt ov mong, sum av órøttum hava fingið ov lítið burturúr skúlagongd og arbeiðslívi, bara tí at skúlar okkara ikki hava havt neyðugu førleikarnar at arbeiða við orðblindni.
Orðblindalæraraútbúgvingin er serliga ætlað ungdómi, teimum sum ganga í elstu klassum fólkaskúlans, næmingum í miðnámsskúlanum og vaksnum fólki yvirhøvur. Vit vita, at tað eru fleiri fólk í okkara samfelag, sum vegna orðblindni hava verið forðað at nema sær eina útbúgving, og sum eisini hava verið tarnað í arbeiðslívinum. Samfelagið hevur avgjørt ikki røkt sínar skyldur mótvegis hesum medborgarum okkara. Vónandi kann hetta, at veita bæði fólkaskúlalærarum, miðnámsskúlalærarum eins og vinnuskúlalærarum eina eftirútbúgving sum orðblindalærarar, gera mun.
Kringvarpið eigur tøkk uppiborna fyri at sýna málinum áhuga. Í einum innslagi í sjónvarpinum varð fakligi førleikin hjá teimum, ið hava undirvíst, umrøddur, og ein viðmerking var um, at teir vóru danir.
Í hesum sambandi kann eg viðmerkja, at vit eiga ikki sjálvi henda serkunnleika. Tí tóku vit upp samstarv við orðblindaskúlan í Albertslund. Annar høvuðslærarin á útbúgvingini skilir rættiliga væl føroyskt, og øll tey, sum undirvístu, hava holla útbúgving og drúgvar royndir innan orðblindaundirvísing. Hetta tryggjaði Mentamálaráðið sær, áðrenn útbúgvingin varð sett í verk, og okkara nýútbúnu orðblindalærarar hava sostatt fingið fyrsta floks undirvísing.
At vit nú hava fingið væl útbúnar orðblindalærarar, fer at hava stóran týdning fyri bæði ung og vaksin, sum eru orðblind, og eg vil ynskja teimum blíðan byrð, nú teir fara til verka.