TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini av oddadystinum í uppflytingarbólkinum í triðbestu donsku fótbóltsdeildini millum Fremad Amager og Brønshøj, sum Fremad Amager vann 2-0.
Njótið serliga 1-0 málið hjá Finni Justinussen, sum er eitt framúr gott mál, har Finnur temur bóltin væl, og plasserar bóltin framvið málverjanum hjá Brønshøj.
Heini Vatnsdal var eisini við Fremad Amager allan dystin, har hann leikti á defensiva miðvøllinum. Christian Lamhauge Holst hevði leikbann hetta umfarið. Bert trý umfør resta, og teir í Fremad Amager eru seks stig røttu megin uppflytingarstrikuna. AB er nummar eitt við 40 stigum, Fremad Amager er nummar tvey við 34 stigum, Brabrand hevur 29 stig á triðja plássi, og so koma Frem og Brønshøj við 28 stigum.
Í komandi umfari vitjar Fremad Amager Middelfart, sum liggur langt aftast í uppflytingarbólkinum við bert einum stigi. So leygardagin klokkan tvey kann Fremad Amager gott og væl tryggja sær uppflyting við einum sigri á Fjóni ímóti Middelfart.
Kykmyndahæddarpunktini eru frá YouTube rásini hjá Fremad Amager. 2.000 fólk, harav fleiri føroyskir áskoðarar sóu dystin millum Fremad Amager og Brønshøj á Sundby leikvøllinum á Amager ígjár.