Norðuratlantsbólkurin verður væl løntur av danska Fólkatinginum, ið flokkarnir í bólkinum vilja loysa seg frá.
Í ársfrágreiðing, sum Norðuratlantsbólkurin hevur latið gjørt fyri árið 2002, sæst, at bólkurin hevur fingið 3,3 milliónir stuðulskrónur frá Fólkatinginum síðsta ár. Av hesum eru 1,5 millión krónur brúktar til lønarútreiðslur, ein hálv millión er brúkt til ferðaútreiðslur, 608.318 krónur eru brúktar til uttanhýsis sakkunnleika og 347.175 krónur eru farnar til heimasíðu og skrivstovuútgerð. Restin er brúkt til revisjón og roknskaparhjálp.
Felags stuðul
Norðuratlantsbólkurin er mannaður við sjálvstýrisflokkunum í Grønlandi, Siumut og Ataqtigiit, og Tjóðveldisflokkinum úr Føroyum, sum allir stillaðu upp til fólkatingsvalið við kravi um sjálvstýri og ein nýggjan felagsskapi, har londini vóru javnsett.
Eftir hugskoti frá Lars Emil Johansen fóru hesir tríggir flokkar í eitt samstarv í Fólkatinginum. Tá Norðuratlantsbólkurin varð stovnaður, søkti bólkurin formansskapin í Fólkatinginum um rætt til at fáa status sum fólkatingsbólkur og harvið fáa tann stuðul, sum flokkarnir í Fólkatingi fáa.
Hesum játtaði formansskapurin, tó við teirri treyt, at hvør limur skal føra roknskap fyri sína nýtslu av stuðlinum, tí teir ikki hoyra til sama flokk. Bólkurin gjørdi samstundis av, at allur stuðulin skal brúkast í bólkinum. Tað vil siga, at serliga ískoyti, sum føroysku og grønlendsku fólkatinginslimirnir fáa, verður fluttur á kontu hjá Norðuratlantsbólkinum.
Ráðstevna og kunning
Av stóru tiltøkunum hjá Norðuratlantsbólkinum síðsta ár kann nevnast ráðstevnan á Christiansborg um ríkisfelagsskapin. Endamálið var seta kikaran á, hvat tey trý londini hvør sær leggja í ríkisfelagsskapin. Norðuratlantsbólkurin fór eisini víða fyri at leggja sín politikk og sína arbeiðsskrá fram. Ferðast var til Føroya, Grønlands og Íslands, og grønlendsku húsini og føroyingafeløgini í Danmark vóru eisini vitjað.
Hetta komandi árið verður millum annað skipað fyri eina ráðstevnu um sjálvstýri í samstarvi við íslendska universitetið.
Við ársskiftið yvirtók Tórbjørn Jacobsen leiðsluna í Norðuratlantsbólkinum frá Lars Emil Johansen, soleiðis sum avtalað. Tað er sostatt Tórbjørn Jacobsen, sum nú er talsmaður og samskipari av felags málum.