Væl skrivað skaldsøga um siðamisbrot

"Rúm Alexandru" eftir Annu Mattson, ið Fannir gevur út, er ein kensluborin skaldsøga um eitt barn í neyð. Ein nøtrandi lýsing av einsemi, vinalagi, sviki og brotsverki

Svenski høvundurin Anna Mattson, fødd í 1966, búði fyrst í nítiárunum í trý ár í Føroyum. Tá ið hon kom heim aftur til Svøríkis, fór hon at greiða til útgávu stóra skaldsøgu, hon hevði arbeitt við í fleiri ár. Bókin eitur á svenskum "Alexandras rum", 1994, og snýr seg um ótespiliga fyribrigdið siðamisbrot.

"Smágentan Alexandra býr saman við mammu síni, ommu og abba og langommu. Hon spælir og droymir, lærir seg at skriva og lesa. Hon fær eina góða vinkonu, Oliviu, sum doyr. Og hon vil hava ein kettling, sum hon sjálv skal eiga.

Í Alexandru er eitt rúm. Haðani koma tekningar hennara, sangirnir og orðini. Alexandru-rúmið má eingin nerta.

So kemur Ivan inn í tilveru hennara, - tað er maðurin mamma hennara giftist við.

Alexandra hevur nú fingið nýggjan pápa, og skal hon ikki missa hann aftur, má hon vera fitt og lýðin - og ikki pissa undir seg.

Ein pápi, hann veit, hvat ið er best fyri barnið. Ein pápi hevur nógv at læra barnið. Kortini man vera klókast ikki at lova honum inn í Alexandru-rúmið. Men ein pápi, sum ikki fær tað, hann vil hava - hann tekur og tekur og tekur ..."

"Rúm Alexandru" er ein kensluborin skaldsøga um eitt barn í neyð. Ein nøtrandi lýsing av einsemi, vinalagi, sviki og brotsverki. Hetta er søgan um gentuna, sum stríðist at fáa fastatøkur á lívinum.

Bókin vakti stóran ans í heimlandinum, har hon higartil er seld í 12.000 eintøkum og eisini eru komin út sum fikkubók. Hon er týdd til danskt og kemur nú út í føroyskari týðing, sum Tóroddur Poulsen hevur greitt úr hondum.

Umframt hesa bókina hevur Anna Mattson skrivað fýra yrkingasøvn, og í løtuni arbeiðir hon við nýggjari skaldsøgu og einum leikriti. Hon týðir eisini skaldskap úr føroyskum til svenskt, m.a. hevur hon týtt prosabókina hjá Tóroddi Pousen "Reglur".

"Rúm Alexandru" er prentað í avmarkaðum upplagi. Torbjørn Olsen hevur gjørt prýðiliga forsíðu, og forlagið Fannir gevur út. Bókini er 313 síður til støddar og fæst bara innbundin fyri 240 krónur eintakið.