Eftir triðja og seinasta landsdystin á hesum sinni, hittu vit Grønlendska landsliðsvenjaran, Bo Roy, og spurdu vit hann, hvat hann helt um teir tríggjar dystirnar.
Samanumtikið helt hann, at grønlendska liðið hevði havt stóra gleði av hesum dystum, men hann helt ikki, at spælið í teimumbáðum fyrstu dystunum hevði verið nøktandi.
Hann legði tó afturat, at breiddin á liðnum ikki var nóg góð, og at tað tískil kendist sera stríggið, at tríggir av bestu leikarunum ikki vóru tøkir.
Seinasta dystin var Jacob Larsen tó at síggja á liðnum, og hetta helt venjarin eisini bøtti munandi um grønlendska spælið.
Gott lið
Annars segði Bo Roy, at føroyska liðið var betri, enn hann hevði væntað.
- Fyrr vóru føroyingar nakrir lítlir og kvikir leikarar, sum leiktu skjótan hondbólt, men leikararnir, sum tit nú hava, hava so sanniliga fingið eitt sindur av havragreyti, ella hvat tit so eta her uppi, helt venjarin fyri, og legði samstundis afturat, at hann serliga hevði bitið merki í Inga Olsen, Heina Joensen, Sámal Joensen og Bárð Brimvík.
- Tað týdningarmesta hjá okkum var tó, at vit aftur fingu høvi at samlast, segði grønlendski venjarin, sum at enda ynskti føroyska liðnum góða eydnu framyvir, eins og hann vónaði, at hetta ikki vórðu seinastu dystirnir landanna millum.