Væl av blálongu og svartkalva

Í dag var rættiliga fitt av útróðrarfiski á Fiskamarknaðinum, men tann mesti fiskurin var frá einum línuskipi, sum hevði fingið væl av blálongu og svartkalva norður av Fugloyarbankanum.

Uppboðssølan seldi knappliga 25 tons av toski í dag. Toskur II fekk meðalprísin 17,39 krónur, toskur III fór fyri 16,56 krónur og toskur IV fyri 16,10 krónur í meðal fyri kilo.

Tað vóru eisini knappliga 25 tons av svartkalva, og hann fór allur fyri 25,73 krónur í meðal fyri kilo. Av blálongu vóru 20 tons, og meðalprísurin á henni var 10,39 krónur.

Umleið 10 tons vóru av hýsu. Hýsa II fór fyri 12,40 krónur í meðal og hýsa III fyri 12,31 krónur.

Tilsamans seldi Fiskamarknaðurin 93 tons í dag fyri hálva aðru millión krónur.