Ummæli
Eitt tað besta við at ummæla, er at lurta eftir einum bólki ella einstaklingi, sum tú ikki hevur stórvegis vónir til og síðani verða tikin á bóli.
Fríggjakvøldið var tað Martin í Grund, sum var stóra yvirraskilsi, og leygardagin var tað Kristina Bærendsen.
At hjálpa sær á palli hevði Kristina ein stóran bólk. Tríggir strúkarar, tríggir kórsangarar, bass, gittar og trummur. Hetta sá eitt sindur stórt út og tí ivaðist man í, um hetta fór at hanga saman. Tíverri er tað ofta so, at jú fleiri fólk eru á palli, tess fleiri trupulleikar eru, og ljóðið líður í síðsta enda.
Men hesin fordómurin var skjótt dripin og jarðaður, tí framførslan var heilt einastandandi góð. Alt riggaði sum tað skuldi.
Groovaðu ólógliga væl
Brandur Jacobsen, trummur, og Eyðun Johannesen, bass, løgdu ein fastan og væl sitandi botn. Serliga í lagnum ‘Tú hevur virði stórt’ groovaðu teir ólógliga væl.
Rúni Eysturlíð kryddaði við smakfullan gittarspæli, og strúkararnir komu við sínum pena ískoyti innímillum. Kórsangararnir bakkaðu Kristinu væl upp og góvu henni fríar teymar til at improvisera.
Sum heild slættaði bólkurin Kristinu gøtur og gav henni góðar karmar. Øll kendu sítt tilfar, sín leiklut og komu við sínum listarliga ískoyti. Ein fullførd og samstundis ikki ov full ljóðmynd.
Gávurík genta
Fyrsta lagið bygdi seg spakuliga upp. Við bongotrummu, tjanti og strúkarum var tað okkurt etniskt yvir tí. Ein spennandi og forkunnug byrjan.
Restin av framførsluni var meiri stílrein. Mest poppur, men eisini eitt bluegrass lag sníkti seg inn. Fjølbroytt, men ikki vilst.
Kristina hevur ein sera stóra og vakra rødd. Og hevur ein í huga hennara unga aldur, so kundu tú ikki annað enn lata teg bergtaka.
Hon syngur púra reint og ger nakrar vælsitandi krúllur innímillum, sum vísa, at her talan um eina fantastiska songkvinnu við eini lovandi framtíð. At hon samstundis eisini sá knasandi gott út, gjørdi tað ikki verri.
Avgjørt eitt av hæddarpunktunum á festivalinum.










