Frá januar og til og við juni rindaðu tey í Vágum 53,6 milliónir í kommunuskatti. Tað eru 4,1 milliónir fleiri, enn kommunuskatturin var sama tíðarskeið í fjør.
Í Vága kommunu, sum fevnir um Sandavág, Miðvág og Vatnsoyrar, var kommunuskatturin fyrra hálvár í ár 34,0 milliónir krónur. Tað eru 2,7 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsligi vøksturin var 8,67 prosent.
Í Sørvágs kommunu, sum fevnir um Sørvág, Bø, Gásadal og Mykines, var skattainntøkan fyrra hálvár í ár 19,6 milliónir krónur. Tað eru 1,4 milliónir fleiri enn sama tíðarskeið í fjør. Lutfalsligi vøksturin var 7,64 prosent.
Miðal vøksturin í kommunuskattinum fyri alt landið var fyrra hálvár 7,04 prosent.