Tað eru Eysturoyggin og Vágoyggin, sum veksa nógv mest. Tað vísir seinasta uppgerðin hjá Hagstovuni yvir gongdina í fólkatalinum í Føroyum.
Sum vit skrivaðu í morgun, er fólkatalið í Føroyum vaksið 832 fólk, ella 1,6 prosent í fjør.
Men Hagstovan sigur eisini, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu vøksturin í fólkatalinum fellur í teimum ymsu pørtunum í landinum.
Hagstovan sigur, at sum heild er fólkatalið vaksið allastaðni, uttan í Sandoy, har tað í roynd og veru minkaði.
Í tali var størsti vøksturin í Havnini, sum vaks 350 fólk í fjør og Eysturoyggin vaks 283 fólk.
Í Vágum vaks fólkatalið 78 fólk í fjør og í Norðoyggjum løgdust 72 fólk afturat. Og í Norðurstreymoy vaks fólkatalið 33 fólk. Men Suðuroyggin vaks bara sjey fólk og Sandoyggin minkaði eitt fólk.
Verður hugt at, hvussu nógv fólkatalið er vaksið í prosentum, er býtið eitt sindur øðrvísi. Tað vísir seg nevniliga, at tað er Eysturoyggin, sum er vaksin lutfalsliga mest, tí har vaks fólkatalið 2,5 prosent í fjør, og í Vágum vaks tað 2,4 prosent.
So er eitt lop niður til Havnina, sum vaks 1,8 prosent í fjør og Norðoyggjar vuksu 1,2 prosent.
So er aftur eitt glopp niður til Norðstreymoy, sum vaks 0,7 prosent í fjør. Hinvegin vaks fólkatalið í Suðuroy bara 0,2 prosent í fjør og í Sandoynni minkaði tað 0,1 prosent.
##med2##
Í myndini oman fyri er fólkatalið í øllum økjum í landinum sett til 100 tann 1. jan. 2014, og sostatt ber til at síggja, hvussa nógv fólkatalið er vaksið í prosentum síðani.
Hesi seks árini hevur størsti vøksturin verið í Eysturoy, í Havnini og í Vágum, sum har fólkatalið allastaðni er vaksið 10 –12 prosent. Í Norðoyggjum og í Norðurstreymoy er fólkatalið vaksið 6 – 7 prosent.
Hinvegin loypir tað í eyguni, at í Sandoy og í Suðuroy hevur fólkatalið staðið í stað, tí har hevur eingin vøkstur verið, tvørtur ímóti er tað minkað.