Fimm teir fyrstu mánaðirnar í ár eru avreiðingarnar øktar 10% í nøgd, samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
Tað vísir ein nýggj uppgerð hjá Hagstovuni.
Í sama tíðarskeiði er avreiðingarvirðið økt 5%.
Men einasta orsøk til, at talan er um vøkstur í ár aftur ímóti í fjør, er, at talan er um heilt serligar umstøður.
Tveir teir fyrstu mánaðirnar í fjør lá allur fiskiflotin og sostatt eisini virkini, still, bæði orsaka av verkbanni og húsagangi.
Gongdin er nevniliga, at í mars og apríl er aftur minking í feskfiskaveiðuni, tó so at veiðitølini í mai eru áleið sum í fjør.
Annars vísa talvurnar gingdina higartil í ár, aftur ímóti í fjør.