Tað er stórur fagnaður í heimaleguni í Sarpugerði. Tað var dramatikkur oman á dramatikk, tá ið Víkingur og HB spældu fjórðingsfinalu.
Tað var neyðugt við brotssparkskapping fyri at finna vinnaran, og tað var Víkingur, sum harvið hevur møguleika at vinna steypafinaluna fimta árið á rað.
Í vanligari leiktíð var 3-3. Í longdu leiktíðini varð einki mál skorað, og so var neyðugt við brotssparkskapping, sum Víkingur vann.
Harvið er tað greitt, at tey fýra liðini í hálvfinaluni eru Skála, NSÍ, KÍ og Víkingur.
Tað er harvið eisini greitt, at høvuðsstaðurin ikki verður umboðaður á vøllinum, tá ið steypafinalan verður í Gundadali 27. august.
Fjórðingsfinala
Giza Hoyvík-Skála 1-2 (0-1)
0-1: Pætur Dam Jacobsen 10.
0-2: Jákup Johansen 85.
1-2: Leivur Holm Joensen 90.
NSÍ-EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Árni Frederiksberg 44.
2-0: Petur Knudsen 85.
Víkingur-HB 3-3 (2-2) 7-6 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
1-0: Sølvi Vatnhamar 2.
2-0: Sølvi Vatnhamar 20.
2-1: Poul Ingason 44.
2-2: Poul Ingason 45.
3-2: Andreas Lava Olsen 71.
3-3: Øssur Dalbúð br 88.
Brotssparkskapping:
4-3: Atli Gregersen
4-4: Øssur Dalbúð
5-4: Hans Pauli Samuelsen
5-5: Adrian Justinussen
6-5: Sølvi Vatnhamar
6-5: Tróndur Jensen - málverjin bjargar
7-5: Erling Jacobsen
7-6: Ári Mohr Jónsson
7-6: Bárður J. Hansen - málverjin bjargar
7-6: Teit Jacobsen - í stólpan
KÍ-B36 2-1 (2-0)
1-0: Súni Olsen 4.
2-0: Jóannes Bjartalíð 23.
2-1: Alex Mellemgaard 86.
Lutakastið um hvør skal spæla ímóti hvørjum í hálvfinaluni verður mánakvøldið.