Víkingur vísti tenn

Hóast tað ikki rakk á mál hjá Víkingi hetta kappingarárið, vístu teir ljósabláu í Klaksvík leygardagin, at teir framvegis vita, hvussu dystir skulu vinnast

Eftir eitt kappingarár, har tað byrj­aði øgiliga væl, men síðani fleiri ferðir stóð á gomlum nøglum, áðrenn tað aftur endaði væl, kunnu klaksvíkingar ikki vera annað enn sera væl nøgdir við inn­satsin hjá sínum monnum. Sum upp­flytari megnaði KÍ at fáa eitt fimta­pláss og var tað fyrsta av fleiri liðum, sum ímóti endanum tryggj­aði sær framhaldandi tilveru í Voda­fone­deildini.
Ofta plagar at vera tungt hjá uppflytarunum at standa seg, men KÍ legði øgiliga væl fyri, tá tað í fyrsta dystinum bleiv til 6-0 ímóti B71. Og næstu dystirnar gekk eisini sera væl, tí fýra umfør vóru farin, hevði KÍ longu skavað sær 13 stig saman. Tað eru tvey fleiri, enn B71 megnaði at fáa alt hetta kapp­ingarárið!
Víkingur var frá fyrstu løtu eitt av liðunum, roknast skuldi við heilt har frammi, og sum so eru bronsu­heiðursmerkini eisini ein stað­festing av, at so bleiv. Men eingin ivi er um, at teir ljósabláu úr Gøtu og Leirvík høvdu bæði vænt­að og ætlað sær meira enn eitt triðja­pláss, og leingi var Víkingur við í kapp­ingini um gullið.
So seint sum í 23. umfari var Víkingur bara trý stig aftan fyri B36, men tá tað kom til endaspurtin, gekk ikki eftir vild, og so bleiv tað til triðjaplássið í staðin. Fáur man tó ivast í, at potentialið er í liðnum hjá Víkingi, sum meira og meira sær út til at hava fingið tað besta frá fótbóltinum í Gøtu og Leirvík við sær.

Betra liðið vann
Finnur Justinussen, ið jagstraði ein gyltan skógv til hin fótin, legði Víking á odda smáar 20 minuttir inn í dystin, tá hann við høvdinum stýri frísparki í málið, men bara fimm minuttir seinni gjørdi Oddmar á Lakjuni honum kynstrið eftir, tá hann eftir fríspark við høvdinum javnaði til 1-1.
Víkingur byrjaði dystin betur og hevði yvirvág fyri tað nógva, men løtuna fram ímóti hálvleiki royndi KÍ at svara aftur. Kortini átti Víkingur tann besta málmøguleikan hesa løtuna, men Gunnar á Steig stórbjargaði.
Fimm minuttir eftir steðgin var Erling Jacobsen komin fram úr miðverjuni til eitt hornaspark, og hann fekk síðsta høvdið á, so Víkingur kom á odda 2-1. Ikki gjørdi tað støðuna frægari hjá KÍ, at Høgni Madsen fimm minuttir eftir hetta fyrsti aðru ferð sá gula kortið, so KÍ var undirmannað síðsta góða hálva tíman.
Víkingur dugdi at gagnnýta yvir­vágina og fekk staðfest sær sigurin ruddiliga, tá fyrst Sam Jacobsen við brotssparki økti til 3-1 eitt korter fyri tíð, og síðani Símun Hansen í síðstu minuttunum skor­aði fjórða málið hjá Víkingi, ið harvið fekk ein sigur, áðrenn bronsu­krónurnar vórðu hongdar um hálsin á spæl­arunum.