Víkingur skal møta Besiktas!

Lutakastið til Europa League undanumførini er í løtuni í sveisiska býnum, Nyon. Sum steypavinnari er Víkingur automatiskt komið víðari til annað umfar.

 

Millum kendastu leikararnar hjá teimum eru Recber Rustu, sum eisini er landsliðsmálmanður hjá Turkalandi og Nihat, ið millum annað eisini hevur roynt seg í sponskum fótbólti og kláraði seg væl í EM endaspælinum í 2008.

 

Millum útisetarnir er tað serliga Ricardo Quaresma, ið er kendur. Hóast hann hevur umboðað Barcelona, Chelsea og Inter Milan, so er hann mest kendur fyri ikki at fáa fult burtur úr sínum talenti.

 

Fyrsti dysturin verður 15. juli og retur dysturin í Føroyum 22. juli.

 

Lutakastið staðfesti eisini, at um NSÌ kemur víðari til aannað umfar, so skulu teir møta vinnarinum av dystinum millum Dinamo Tiblisi úr Georgia og Flora úr Estlandi.