Víkingur sannførandi sigur

Víkingur hevur í kvøld vunnið tryggan 4-1 sigur á heimavølli ímóti KÍ. Harvið hevur Víkingur staðfest sína støðu á næstfremsta plássinum, áðrenn oddaliðið, HB, í morgin fer at spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.

Í kvøld hevur Víkingur sama stigatal sum HB. At HB undan dystinum í morgin er oddalið kemst av, at málmunurin hjá HB er eitt betri, enn hann er tað hjá Víkingi.

4-1 tapið ber við sær, at KÍ eftir ellivu umfør framvegis ikki hevur roynt at vinna.

Støðan eftir 1. hálvleik var 1-1.

 

Víkingur-KÍ 4-1 (1-1)

1-0: Atli Gregersen 6.

1-1: Kristoffur Jakobsen 38.

2-1: Zoltan Bukzegi 51.

3-1: Súni Olsen 67.

4-1: Sverri Jacobsen 82.

Dómari: Lars Müller