Víkingur úrtøku í Klaksvík

Eitt stig í part. Tað var úrslitið í næstbestu deildini í grannauppgerðini í Klaksvík, har felags liðið hjá Leirvík og Gøtu vitjaði í kvøld. Úrslitið varð 1-1, eftir at heimaliðið hevði verið á odda eftir 1. hálvleik.

Miðvallarin Tórður Lervig legði KÍ framum, tá ið hann eftir uppspæl í høgru, innlegg og út frá aftur uttanvert brotsteigarmarkið smekkaði til.

Klaksvíkingar høvdu greiða yvirvág í spæli alla tíðina, men teimum eydnaðist ikki aftur at fáa bóltin framvið Mortani Joensen í Víkinga málinum.

Í staðin var tað Víkingur, sum javnaði til 1-1, tá ið 2. hálvleikur var sjey minuttir gamal. Uppspælið var í høgru, og við handara stólpan stýrdi Sigfríður Olsen við høvdinum bóltin í KÍ málið.

Síðstu løtuna trýsti heimaliðið nógv fyri at fáa sigursmálið, men gestirnir megnaðu at halda tørn, og harvið eru teir á veg undir Leirvíksfirði við einum stigi.