Víkingur rakk aftur á tindin

1. DEILD: Teir næstbestu hjá HB eiga framvegis fyrsta sigurin til góða

Víkingur vann seint seinnapartin 2-0 á útivølli ímóti HB. Einki mál varð skorað undan steðginum.

Hans Jákup Lervig spældi eftir summarsteðgin í fjør við besta ÍF liðnum. Nú er hann aftur í barndómsfelagnum í Sarpugerði. Higartil í ár hevur hann fyri tað mesta verið á næstbesta liðnum. Burtursæð frá at hann í 5-2 sigrinum ímóti Skála hjá besta liðnum fyri tveimum vikum síðani varð skiftur inn í síðstu løtu.

Fýra minuttir eftir steðgin legði Hans Jákup Lervig Víking framum 1-0, eftir at Olaf Bárðarson hevði spælt hann leysan.

HB hevði fleiri hornaspørk enn Víkingur, og bæði liðini høvdu málmøguleikar.

Spenningurin helt sær, inntil tað restaðu tveir minuttir. Tá økti Víkingur um leiðsluna til 2-0. Málskjútti var Pól Enok Hansen. Uppleggið átti Óla Kristian Skaala Jacobsen.

Víkingur er topplið. B68 og Víkingur hava 10 stig, men málmunurin hjá Víkingi er +6, meðan málmunurin hjá B68 er +5.

HB hevur spælt tveir dystir javnar og tapt tveir dystir.

Í fimta umfari skal HB spæla á Toftum, og Víkingur skal suður um Skopunarfjørð.