Víkingur kann skriva føroyska fótbóltssøgu

Tað er ongantíð áður hent í føroyskari fótbóltssøgu, at eitt felag hevur vunnið gull heiðursmerki seks kappingarár á rað

Víkingur er á gáttini til at vinna FM-heitið í Effo-deildini. Undan seinasta dystinum móti EB/Streymi leygardagin, er Víkingur trý stig á odda í deildini, umframt at málmunurin er nógv betri enn tann hjá KÍ, sum er nærmasti kappingarneyti hjá Víkingi. Tí er tað so gott sum heilt greitt, at Víkingur fer at vinna FM-heitið í ár.

 

Sermerkt við FM-heitinum hjá Víkingi í ár, er, at hetta er sætta árið á rað at Víkingur vinnur annað av teimum stóru steypunum í føroyskum fótbólti – landskappingina ella steypakappingina. Og sambært hagtølunum, er tað ongantíð hent áður.

 

Sambært hagtølum hjá Fótbóltssambandinum sum leita heilt aftur til 1942 er tað ongantíð áður hent, at eitt felag hevur vunnið gull í ávikavist landskappingini ella steypakappingini seks fylgjandi ár á rað.

 

Trý feløg hava megna at vunnið gull heiðursmerki fimm ár á rað. Tey trý eru KÍ (frá 1966 til 1970), HB (frá 1978 til 1982) og GÍ (frá 1993 til 1997). Men einki av teimum hevur sum Víkingur megna at vunnið seks gull heiðursmerki fylgjandi ár.

 

Eydnast tað tí Víkingi at vinna FM-heitið móti EB/Streymi leygardagin, fara teir at skriva føroyska fótbóltssøgu. Sigursgongdin hjá Víkingi fevnir frá 2012. Víkingur hevur seinastu seks árini vunnið steypakappingina í 2012, 2013, 2014 og 2015, og so FM-heitini í 2016 og 2017 – væl at merkja um tað í 2017 leygardagin verður vunnið á heimavølli móti EB/Streymi.

 

Víkingur spældi sítt fyrsta kappingarár í føroyskum fótbólti í 2008, tá GÍ og LÍF valdu at leggja feløgini saman. 

 

Venjarar hjá Víkingi síðani 2008:

2016-: Sámal Erik Hentze

2013-2015: Sigfríður Skaale Clementsen

2009-2013: Jógvan Martin Olsen

2008: Anton Skoradal


Steyp vunnin í Víkingi síðani 2008:

FM: 2016 og væntandi eisini 2017.

Steypakappingin: 2009, 2012, 2013, 2014 og 2015.